Á páskum vitjar palestinensarin Tass Saada í Føroyum. Einaferð var hann ein av nærmastu monnunum hjá Yasser Arafat. Í kvøld kl. 20 í Badmintonhøllini saman við harmonikuvinum og streingjakórinum úr KFUM.
Á páskum vitjar palestinensarin Tass Saada í Føroyum. Einaferð var hann ein av nærmastu monnunum hjá Yasser Arafat. Í kvøld kl. 20 í Badmintonhøllini.
Tass er føddur í Gasageiranum, men vaks upp í Saudiarábia og í Katar. Hann varð lærdur upp við at hata jødar og Ísrael, og sum 17 ára gamal valdi hann at fara upp í Fatah-rørsluna hjá Yasser Arafat, tí kenda PLO-leiðaranum. Eftir stuttari tíð gjørdist hann ein av sníkisskjúttunum hjá Arafat og seinni var hann bilførari hjá Arafat sjálvum.
Sum sníkisskjútti tók hann lívið av fleiri ísraelskum hermonnum.
Eftir nøkur ár valdi Tass at flyta til USA. Hann varð giftur, fór at arbeiða í matstovuvinnuni, og eftir nøkrum árum var hann ein dugnaligur handilsmaður, sum átti fleiri matstovur og nógvar pengar.
Eftir fleiri ár í USA upplivdi Tass eina heilt serliga umvending, tá ið hann tók við trúgv á Jesus. Lívið hjá honum broyttist fullkomuliga. Hvat hendi, kann lesast í tí sera áhugaverdu bókini um Tass, sum á donskum eitur: ”Jeg var snigskytte for Arafat”.
Nøkur ár senni valdi Tass saman við konuni at flyta aftur hagar, hann varð ættaður. Hann fór fyrst til Gasa, har hann í nøkur ár gjørdi eitt hjálpararbeiði millum børn og ung í Gasa.
Seinni flutti hann til Jeriko, har hann saman við øðrum stendur á odda fyri einum hjálpararbeiði millum muslimsk børn í Jeriko.
Fleiri av børnunum har, búgva í onkrari av flóttarfólkaleguni, sum er í Jeriko.
Í Føroyum fer Tass at vitja kring landið og greiða frá síni sera áhugaverdu og spennandi lívssøgu. Hann kemur eisini inn á spentu støðuna millum palestinar og jødar í Miðeystri. Eisini fer hann at greiða frá hjálpararbeiðinum millum flóttarfólkið í Jeriko.
Tass kemur saman við konuni, Karen, til Føroyar. Tey vera við á tiltøkum í Porkeri, í Sørvági, í Havn, í Klaksvík og í Leirvík.
Á øllum støðum verður tulkað til føroyskt.
Tað er Ísraelsmissiónin, ið hevur boðið Tass til Føroya.




