Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lægsta bústaðarrentan verður 4,75% í nýggjari heildarloysn frá BankNordik

Tíðindaskriv

Kundar í BankNordik fáa ágóðan av nógvum fyrimunum, nú bankin bjóðar nýggja tænastu, ið nevnist Nordik360. Fleiri ókeypis tænastur og lægri lánsrenta teljast millum fyrimunirnar.

Kundar í BankNordik fáa ágóðan av nógvum fyrimunum, nú bankin bjóðar nýggja tænastu, ið nevnist Nordik360. Fleiri ókeypis tænastur og lægri lánsrenta teljast millum fyrimunirnar.

BankNordik fremur í dag tríggjar broytingar í sínum tilboðum til kundarnar. Ein fyrimunaskipan verður sett í verk, ið gevur kundum, ið savna síni fíggjarviðurskifti í bankanum, nógvar fyrimunir. Fleiri innlánsrentur lækka, harumframt lækkar umsitingargjaldið fyri realkredittlán. Sparingarnar, sum bankin hevur framt í rakstrinum seinasta árið, verða nú kundunum til fyrimunar við príslækkingum.

Heildarloysn gevur ítøkiligar fíggjarligar fyrimunir

Nordik360 er ein slóðbrótandi fyrimunaskipan fyri fíggjartænastur. Hornasteinurin í Nordik360 er, at jú fleiri fíggjarviðurskifti kundar savna í BankNordik, tess fleiri fyrimunir og betri rentur fáa teir. Umframt at veita kundum betri treytir gevur Nordik360 eisini betri yvirlit og betri heildarráðgeving, av tí at kundar kunnu stovna allar tryggingar og bankatænastur teimum tørvar undir somu lon.

“Við Nordik360 fær føroyski marknaðurin sum nakað nýtt eina heildarloysn, ið fevnir um tryggingar, bankatænastur og pensjón, og sum samstundis gevur kundunum møguleikan at spara pengar. Vit meta tí, at Nordik360 er eitt lønandi tilboð, ið veruliga kann gera mun hjá kundum okkara,“ sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

Heilt ítøkiliga verða lægstu bústaðarrenturnar í Nordik360 millum 4,75% og 5,50%. Millum ókeypis tænasturnar eru m.a. Netbankin og MasterCard. Eitt húski, ið t.d. hevur bústaðarlán á 1,5 mió., lønarkontu, pensjónskontu, virðisbrævagoymslu og tryggingar gjøgnum BankNordik kann spara meira enn 1.000 krónur um mánaðin við Nordik360.

Umsitingargjald á realkredittlánum og innlánsrentur lækka

Umframt at sjóseta Nordik360 fremur bankin í dag tvær aðrar tillagingar. Tjóðbankin bjóðar onga rentu fyri innistandandi hjá peningastovnum, og útlit eru ikki fyri, at henda støðan verður broytt í næstum. Tí hevur bankin tikið avleiðingarnar og lækkar nú fleiri innlánsrentur. Samstundis verður enn meiri ferð sett á virksemið við at bjóða kundum væl umtóktu persónligu pensjóns- og ognarrøkt bankans til samansparingar við longri áramáli. Við at savna fleiri fíggjarviðurskifti í bankanum, og melda seg til Nordik360, hava kundar møguleika at betra um sína innlánsrentu.

Umsitingargjaldið á realkredittlánum bankans, veitt av DLR Kredit, verður lækkað við 0,20 prosentstigum til 1,70%. Bankin hevur í nøkur ár bjóðað realkredittlán til føroyska bústaðarfígging í samstarvi við DLR Kredit. Nú velur bankin at lækka umsitingargjaldið, tí eftir framdu sparingarnar hetta seinasta árið, loyvir betraða kappingarføri bankans hesum.

Kundar bodnir á fund um Nordik360

“Vit arbeiða miðvíst við at betra um tænastuna til kundar okkara, og tí eru vit sera fegin um nú at kunna bjóða ítøkiligar fíggjarligar fyrimunir við Nordik360,” sigur John Rajani. Hann vísir eisini á, at stóru tillagingarnar í BankNordik seinastu árini m.a. hava havt til endamáls at slóða fyri hesum nýggja tilboði til kundar bankans.

Í hesum døgum verða kundar bankans bodnir á fund fyri at fáa nærri kunning um nýggju tænastuna, og har høvi eisini verður at gerast Nordik360 kundi.

“Grundhugsanin er, at tað fyri einstaka kundan skal loysa seg at savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik”, sigur John Rajani. “Teir kundar, ið longu hava savnað síni viðurskifti í bankanum, kunnu alt fyri eitt fáa ágóðan av øllum fyrimununum og harvið spara pengar við at melda seg til nýggju Nordik360 fyrimunaskipanina.”