Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattafyrimunir til føroyskar handverkarar skaðar kappingarføri

John William Joensen

Stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen, sigur at føroysk virkir kunnu saktans kappast við norskar lønir, men vit kunnu ikki kappast við teir skattafyrimunir sum føroyskir handverkarar fáa sum arbeiða í Norra.

Stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen, sigur at føroysk virkir kunnu saktans kappast við norskar lønir, men vit kunnu ikki kappast við teir skattafyrimunir sum føroyskir handverkarar fáa sum arbeiða í Norra.

Í seinastu búskapar metingini hjá Landsbanka Føroya varð víst á at seinastu árini var óvanliga stórur partur av føroysku arbeiðsmegini farin uttan landa at arbeiða og høvuðsorsøkin vóru teir skattafyrimunir sum føroyingar fáa við at arbeiða í norsku olju og handverksvinnuni. Soleiðis eru føroyskir myndugleikar við til at stuðla útlendskum arbeiðsgevarum, segði landsbankastjórin m.a..

Stjórin á KJ Hydraulik er púra samdur við landsbankastjóran og sigur at hetta er beinleiðis við til at undirgrava kappingarføri hjá føroyskum virkjum.

Stóri trupulleikin er at vit kappast ikki móti norskum lønum men ímóti eini skattaskipan sum gevur føroyskum handverkarum sum arbeiða uttan landa, stórar fyrimunir.

Vit hava eitt nú bygt tvíkiljur til alivinnuna í fleiri ár har vit m.a. eru í beinleiðis kapping við norskar fyritøkur.

Handverkarar sum arbeiða hjá okkum rinda 50% í skatti, men um teir velja at fara til okkara norsku kappingarneytar at arbeiða hava teir 75% ella meira eftir av lønini. Hetta gevur sjálvandi okkara norsku kappingarneytum ein stóran fyrimun. Og sum støðan er í løtuni er skattaskipanin beinleiðis við til at undirgrava føroyska kappingarføri – og henda gongdin kann ikki halda fram.

Skattaskipanin má broytast og kanska burdu vit líka stilla allar føroyingar við at lækka skattin við td. 25% og hækka MVG-ið uppá 50%, soleiðis at vit sum búgva og arbeiða í Føroymum høvdu goldið tað sama í landskassan sum áður, og tey sum arbeiða uttanlanda sostatt eisini tóku lut í landshúsarhaldinum. KJ Hydraulik kappast hvønn dag við útlendskar fyritøkur og hjá okkum er eingin trupulleiki at gjalda handverkarum góða løn fyri gott arbeiði men tað sigur seg sjálvt at vit kunnu ikki kappast við eina føroyska skattaskipan sum gevur útlendskum virkjum skattafyrimun og harvið beinleiðis undir gravar føroyska kappingarføri.

Harleyfacadeacryl