icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur spyr um Klaksvíkar Sjúkrahús

Oliver Joensen

Tað stendur í samgonguskjalinum at støða skal takast til, hvørjar funktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi – Elsebeth vil nú vita hvat hendir við Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Svarari: Karsten Hansen

Spurningur:
Á tingfundi 19. mars 2013 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
2. Skal uppvenjing framhaldandi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
3. Ætlar landsstýrismaðurin, at urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð framhaldandi skal vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa føroyska heilsuverkið frameftir, og nær er landsstýrismaðurin væntandi komin til eitt úrslit.
Viðmerkingar
Í samgonguskjalinum stendur, at støða verður tikin til, hvørjar funksjónir skulu vera á hvøjum sjúkrahúsi. Og er hettar sera umráðandi at vita, bæði hjá teimum, sum skulu brúka sjúkra­húsið, og eisini starvsfólki, hvørjar framtíðarætlanirnar eru.
Allir landsstýrismenn, sum hava verið tey seinastu nógvu árini, hava tosað um sama evni, men tíverri hevur hetta ikki ført á mál. Hetta hevur ørkymlað starvsfólkið, tá tey ikki vita, hvat framtíðin hevur at bjóða teimum.
Ætlanin, er at vit skulu fáa meira fyri minni, og sæð í tí ljósinum, hevur tað skund at finna útav, hvar hvørjar funksjónir skulu vera. Í dag verður eitt sindur av tí sama gjørt á øllum 3 sjúkrahúsunum, og átti hetta at verðið gjørt meira rationelt frameftir.
Á tingfundi 20. mars 2013 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Harleywoodpaint