Í dag tók Løgtingið eitt “lítið fet”, men talan var um eitt “ovurstórt fet” fyri føroyskan ungdóm og føroyska útbúgving. Eftir 5 ára fyrireiking síðan verklagslógin fyri Marknagilsdepilin varð samtykt í 2008, er sostatt klárt at seta spakan í.
Breið politisk semja tá CHE-samgongan stjórnaði
Eftir drúgva politiska tilgongd eydnaðist umsíðir, tá CHE-samgongan – við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum – stjórnaði landinum í 2008, at fáa breiða semju tvørturum allar flokkar á Løgtingi fyri eini verklagslóg fyri Skúladepilin í Tórshavn. Harvið vórðu lunnar lagdir undir at gera Marknagilsdepilin til veruleika.
Verklagslógin í 2008 tryggjaði, at farast kundi undir at Studentaskúlin, Tekniski Skúlin og Handilsskúlin – og teir o.u 1.400-1.500 næmingar og lærarar – kundu fáa nýggj og tíðarhóskandi høli.
Henda semja og lóg var eitt úrslit av eini drúgvari tilgongd, tí arbeiðið við at tryggja Studentaskúlanum, Tekniska Skúla og Handilsskúlanum í Havn nýggj høli hevur staðið á í nógv ár, og tvørturum fleiri samgongur. Eitt nú arbeiddi fullveldissamgongan við málinum. Arkitektakapping varð útskrivað, men komið varð ikki víðari við verkætlanini áðrenn fyrra ABC-samgongan tók við í 2004.
Skuldi eftir ætlan takast í nýtslu í 2013
Eftir tíðarætlan í lógini frá 2008 skuldi fyrsti parturin av Marknagilsdeplinum takast í nýtslu í 2013. Men ABC-samgongan tók við í 2008, og av ymiskum ávum varð verkætlanin útsett í fleiri umførum.
Í 2011 tók núverandi ABDH-samgonga við, og eru nú aftur 1½ ár farin framvið uttan at spakin er settur í.
Átrokandi tørvur á nýggjum hølum – verða tøk í 2016
Nú er tó at gleðast um, at umsíðir er tann stundin komin, har klárt er at fara í gongd.
Spakin verður settur í apríl, og klárt er at flyta inn í nýggja bygningin á sumri 2016.
Hetta er sera tiltrongt, tí Studentaskúlin, Tekniski Skúlin og Handilsskúlin hava havt átrokandi tørv á nýggjum hølum í áravís. Serliga Tekniski Skúli og Studentaskúlin hava út av lagi vánaligar umstøður, og fyrigongur stórur partur av frálæruni í bingjum, barakkum og enntá tjøldum.
Øll tey mongu ungu, ið byrja á hesum skúlum í summar, koma tíverri at ganga alla skúlatíðina – øll 3 árini – í hesum umstøðum, tí nýggi skúlin verður ikki tøkur fyrr enn í 2016.
Men tað birtir vón at farið nú verður í gongd við byggingina.
Skal ikki útsetast ein dag afturat
Tað sum nú er avgerandi er, at arbeitt verður so skjótt og væl sum møguligt. Hetta soleiðis at sloppið verður undan óneyðugum eykaútreiðslum vegna seinking, men serliga soleiðis, at okkara ungdómur fær góðar og tíðarhóskandi umstøður at mennast í sum skjótast.
Marknagilsdepilin skal ikki útsetast ein dag afturat.
Á Løgtingi, 22. mars 2013
Kristina Háfoss & Gunvør Balle
Umboð Tjóðveldis í Fíggjarnevnd og Mentanarnevnd Løgtingsins




