Dánial Bertholdsen, sum hevur ligið í djúpum svøvni síðani ógvusliga ferðsluóhappið leygardagin, er nú vaknaður aftur, og hevur enntá skemta við tey nærmastu.
Dánial Bertholdsen, sum hevur ligið í djúpum svøvni síðani ógvusliga ferðsluóhappið leygardagin, er nú vaknaður aftur, og hevur enntá skemta við tey nærmastu.
Leygardagin koyrdi 19 ára gamli Dánial Bertholdsen út av vegnum við Saltnes og hevur síðani ligið uttan vit á sjúkrahúsið í Århuus.
Men nú er støðan betri tí fyri løtu síðan vaknaði Dánial.
Nú er Dánial vaknaður, vit eru so glað. Hann kennur okkum og umstøðurnar hann er í og hann kláraði enntá at skemta eitt sindur. Bein og armar o.a fungerar og tað fegnast vit stórliga um. , Vit fáa nokk meiri at vita seiðni í dag ella í morgin. Hann hevur enn dren í høvdinum, men ta er ikki aktivt, annars eru øll tólini tikin av honum. Vit vilja fegin takka fyri bønir, tankar og umsorgan, skrivar mamma Dánial fyri løtu síðan.




