Verjuspælið hjá Team Klaksvík virkaði als ikki og taðviðførdi, at Neistin vann dystin í kvøld.
Í hálvleikinum var støðan 17-15 til Neistan og hendangongdin helt fram í seinna hálvleiki. Neistin vann at enda 35-31. Sostatteydnaðist tað heldur ikki í kvøld hjá klaksvíkingunum at fáa stig og nú særsvart út fyri at koma á stigatalvuna í ár, tí dystirnir, ið eru eftir, erutruplir, har teir flestu eru á útivølli. Men liðið hevur staðið seg vælseinastu tíðina móti øllum liðum undantikið KÍF, so enn kann alt henda.
Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Zarko Pejovic við 9 málum.Beinur heðinsson skeyt 6 mál, meðan Mathias Samuelsen og Sámal á T. Olsenskoraðu 5 mál. Hjá Neistanum skoraði Sjúrður Thomasen 10 mál.




