26 ára gamli, evnaríki telvarin, Rani Baldursson, sær út til at hava funnið góðar, gamlar taktir framaftur í FM-kappingini í talvi, har hann eftir 5 av 9 umførum liggur einsamallur á odda í 1. bólki.
26 ára gamli, evnaríki telvarin, Rani Baldursson, sær út til at hava funnið góðar, gamlar taktir framaftur í FM-kappingini í talvi, har hann eftir 5 av 9 umførum liggur einsamallur á odda í 1. bólki.
Rani Baldursson hevur áður vunnið føroyameistaraheitið í Unglingabólkinum, og tað hevur ongantíð verið ivi um hansara góðu evni at telva.
Í vetur hevur hann verið ein av venjarunum hjá Klaksvíkar Talvfelag, og í FM-kappingini fyri einstaklingar, sum í hesum døgum fer fram á Argjum, ger Rani rættiliga um seg í 1. bólki, har hann er á odda.
Í 5. umfari, sum varð telvað í dag, mikudagin 27. mars 2013, vann hann sítt talv ímóti Rógva Olsen, sum í løtuni liggur í hinum endanum av stigatalvuni.
Hin klaksvíkingurin í 1. bólki, Tummas Martin Sólsker, liggur eisini væl fyri í kappingini, men í 5. umfari mátti hann lúta fyri Súna Jacobsen. Tummas Martin liggur tó framvegis væl fyri á einum deildum triðjaplássi.
Úrslitini í 5. umfari, 27. mars 2013 – 1. bólkur:
Jacobsen Heiðrikur Tindskarð 0 – 1 Justinussen Sigurd B.
Augustinussen Bernhard ½ – ½ Andreasen Jákup á Rógvu
Sólsker Tummas M. 0 – 1 Jacobsen Súni
Danielsen Andrias 0 – 1 Berg Margar M.
Olsen Rógvi M. 0 – 1 Baldursson Rani
Støðan eftir 5 umfør – 1. bólkur:
1 Baldursson Rani 4.5
2 Andreasen Jákup á Rógvu 3.5
3 Jacobsen Súni 3.0
4 Sólsker Tummas M. 3.0
5 Justinussen Sigurd B. 3.0
6 Berg Margar M. 2.5
7 Jacobsen Heiðrikur Tindskarð 2.0
8 Augustinussen Bernhard 1.5
9 Danielsen Andrias 1.5
10 Olsen Rógvi M. 0.5
Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í morgin, Skýrishósdag, har tvey umfør skulu avgreiðast.




