Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endaði javnt í Klaksvík

Jákup Ósá

B36 fortreytirnar gjøgnum dystin gjørdu, at tað uttan iva erútliðið, ið kann fegnast meira yvir javnleikin.

 

B36 stendur seg søguliga sera væl í Klaksvík, men hesaferðeydnaðist tað ikki hjá árstalsfelagnum at sigra í Klaksvík. KÍ liðið var uppsettfrá byrjan og longu í uppstillingini hevur KÍ venjaraparið uttan iva yvirraskaðB36 venjaraparið, tá 19 ára gamli Oddmar Marsten og 20 ára gamli Gunnar Christiansenkomu inn í verjuna fyri Sørmund Kalsø og Jóhan Jacobsen. Fyri Oddmar var hettafyrsti dystur í besti deildini nakrantíð, meðan tað hjá Gunnari var fyrstidystur frá byrjan síðani byrjanina í kappingini í fjør. Hetta sá út til at veraein klók avgerð, tí KÍ verjuparturin hekk munandi betri saman hesaferð enn í Runavíkseinasta umfar.


B36 hart rakt 

Fortreytirnar hjá smala B36 hópinum blivu truplar gjøgnumdystin. Í fyrra hálvleiki misti liðið Høgna Eysturoy og Lukasz Cieslewicz vegnaskaðar og undan dystinum var Adeshina Lawal ikki mettur at vera klárur vegnaskaða. Tað gjørdi m.a. at Súni olsen stóran part av dystinum kom at spæla áhøgra bakki.

 

B36 kom á odda við málið frá Lukasz Cieslewicz, tá hann fekkskot á frá sera spískum. Í somu støðu mátti málskjúttin av vøllinum við skaða. Menbeint fyri hálvleik javnaði Álvur Christiansen eftir innlegg frá HenryHeinesen. Til tíðir var fyrri hálvleikur lívligur og nøkur vælspæld álop, harKÍ hevði yvirtakið.

 

Dygdin dalaði

Í seinna hálvleiki dalaði dygdin í dystinum og nógvir feilirblivu gjørdir. B36 leikararnir tóktust nøgdir við javnleikin, meðan KÍ ikkivildi satsa ov nógv. Ein javnleikur kundu bæði liðini liva við. Men tá smaliB36 hópurin í stórum pørtum í dag leikti uttan fleiri lykaleikarar, so var taðnokk B36, ið kundi fegnast mest um javnleikin.

 

Eftir trý umfør kunnu bæði liðini framvegis vera væl nøgdvið gongdina, tí bæði liðini hava víst styrki og ongan dyst tapt.