Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Janus er yngsti unglinga- føroyameistari nakrantíð

Nordlysid

Tá ið Janus Skaale páskaaftan vann unglinga-føroyameistaraheitið 2013, var hann 12 ár og 59 dagar gamal, sum er nýtt føroyskt met.

Tá ið Janus Skaale páskaaftan vann unglinga-føroyameistaraheitið 2013, var hann 12 ár og 59 dagar gamal, sum er nýtt føroyskt met.

 

Gamla metið átti maðurin, sum í ár gjørdist føroyameistari millum teir vaksnu, Olaf Berg.

Olaf, sum er føddur 11. oktober 1986, gjørdist nevniliga unglinga-føroyameistari 3. apríl 1999 í Ósáskúlanum í Klaksvík, og var hann tá 12 ár og 174 dagar. Við tí setti Olaf føroyskt met sum yngsti unglinga-føroyameistarin nakrantíð.

Hetta metið hevur síðani staðið í 14 ár, til tað í ár varð tikið.

Janusi Skaale er føddur 30. januar 2001, og hann gjørdist sum kunnugt unglinga-føroyameistari páskaaftan í ár, 30. mars 2013.

Sostatt var Janus hendan dagin 12 ár og 59 dagar, sum er 115 dagar (næstan 4 mánaðar) yngri enn Olaf var, tá ið hann vann FM fyri unglingar.

Harvið hevur Janus Skaale sett nýtt met sum føroya yngsti unglinga-føroyameistari nakrantíð.

HJARTALIGA TILLUKKU, JANUS !!