Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dánial aftur í Klaksvík

John William Joensen

Leygardagin vóru júst tvær vikur síðan at 19 ára gamli Dánial Bertholdsen lá í bili sínum í fjøruni á Saltnesi. Hóast vónirnar í fyrstani vóru lítlar og hann lá í djúpum svøvni í eina viku á sjúkrahúsið í Aarhus, so er hann nú komin aftur fyri seg og vit hittu hann saman við unnustu síni, Ró, á Bumshamri fyrrapartin.

Leygardagin vóru júst tvær vikur síðan at 19 ára gamli Dánial Bertholdsen lá í bili sínum í fjøruni á Saltnesi. Hóast vónirnar í fyrstani vóru lítlar og hann lá í djúpum svøvni í eina viku á sjúkrahúsið í Aarhus, so er hann nú komin aftur fyri seg og vit hittu hann saman við unnustu síni, Ró, á Bumshamri fyrrapartin.

Í góðveðrinum í morgun hittu vit Dánial uttan fyri heimið hjá foreldrunum Niels og Dianu.

Eg havi tað gott, men skal ganga við kraga um hálsin í tveir mánar men annars er einki at klaga um. Sjálvur minnist eg einki frá sjálvum ferðslu óhappinum og tí sum fór fram eftir ferðsluóhappið. Men tað kennist gott at verða afturkomin til Klaksvíkar og heilsa uppá familju og vinfólk.

Dánial og familjan ynsktu umvegis Norðlýsið at senda eina heilsan til øll sum hava verið um tey hesar seinastu vikurnar. Diana Bertholdsen, mamma Dánial, hevur skrivað:

Vit vilja við hesum senda eina hjartans tøkk til øll sum hava verið um Dánial og okkum við bøn, forbøn, heilsanum og tonkum, nú hann kom út fyri ógvusligum ferðsluóhappi.

Tað var ræðuligt at fáa boðini tann 16. mars at Dánial hevði koyrt á sjógv og var álvarsliga skaddur. Vit fingu at vita, at hann hevði fingið stóran skaða á høvdi og at hann hevði fingið sjógv í lunguni. Tá ið eg (mamman) kom á Landssjúkrahúsið, fekk eg at vita, at tey høvdu lagt hann í djúpan svøvn, fyri ikki at belasta kroppin meira enn neyðugt, men hann var “stabilur” sum tey søgdu.

Vit fóru so í leiguflogfar niður til Aarhus Universitetshospital, tí har kundu tey best taka sær av sjúklingum við tílíkum skaðum. Á hospitalinum fingu vit at vita at støðan var álvarslig.

Men eftir hetta fór at ganga rætta vegin os síðani fingu vit bara “tummlar upp” frá læknum og sjúkrasystrum. Fyrstu boðini vóru at lunguni vóru í lagið og síðani at brotið í nakkanum var so mikið pent, at ikki var neyðugt við skurðviðgerð. Síðani var bara eftir at vakja Dánial fyri at síggja hvussu støðan var í heilanum. Læknarnir søgdu at hann hevði smáar bløðingar á høgru síðu. Hann vaknaði skjótt og tað vísti seg at onki var at koma eftir.

Nú hálva aðru viku eftir ferðsluóhappi eru vit longu heima aftur í Klaksvík og læknarnir søgdu hettar vera eina sanna sólskinssøgu. Framgongdin hjá Dánial var langt yvir tað sum nakar hevur rokna við.

Vit hava nógv at takka fyri og kunnu siga at Harrin hevur hildið sínar hendur um Dánial – ongin ivið um tað! Vit merktu hvussu hann styrkti okkum ígjøgnum bønir og tankar. Og eg takki hvønn dag fyri alt sum varð gjørt eftir ferðsluóhappi og fyri tær bønir sum vóru sendar upp til Hann.

Vit vilja fegin senda eina serliga tøkk til persónin sum bjargaði Dánial úr sjónum og tey sum vóru um hann á staðnum. Eisini ein tøkk til tykkum sum vóru um hann á Hospitalinum. Ein serlig tøkk til Ísak og Guðrun, sum lántu okkum teirra íbúð í Aarhus. Hjálpin frá familjuni og øllum tykkum sum bóðu og hugsaðu um Dánial og okkum hesar dagarnar.

Vinarliga

Dánial, Diana og Niels v/familju