Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyvan nakar dystur í Klaksvík

Jákup Ósá

Allir dystirnir í Klaksvík í dag eru avlýstir og einkibendur á, at spælandi verður í Klaksvík í morgin, tá KÍ eigur at fáa vitjan avEB/Streymi.

 

Nógvur kavi er komin niður í Klaksvík í nátt og tað hevurm.a. viðført, at 1.deildardysturin millum KÍ og FC Suðuroy er avlýstur eins ogallir hinir dystirnir. Sum skilst verður arbeitt við at spæla dystin í Vági ímorgin.

 

Forsagnirnar lova kava eisini komandi døgnið, so als einkibendur á, at nakar dystur verður í Klaksvík. Mest sannlikt verða líkindir atspæla aftur í Klaksvík týsdagin ella mikudagin, sum veðurvánirnar eru nú.

 

Norðlýsið fylgir við, so skjótt sum nakað nýtt verður atfrætta. Tá vit tosaðu við dagliga leiðaran Jóhann Lutzen í morgun, so segðihann, at einki var avgjørt viðv. dystinum.