Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnulandsliðið vann á Litavia ídag, so nú sær spennandi út

Oliver Joensen

Ikki kann sigast annað enn at spenningurin er í topp, nú okkara kvinnulandslið liggur á øðrum plássi í kappingini í Litavina.

Okkara landslið vann sín dyst fyri løtu síðani móti Litavia. Hetta er annar dysturin tær hava leikt í hesi kappingini. Fyrri dysturin var ímóti Montenegro, tann dystin spældu vit javnt 3-3.

Montenegro hevur leikt ímóti Georgia, og vann tann dýstin, og liggur tí á odda í kappingini, ímeðan Føroyar liggja á øðrum plássi. Næsti dysturin hjá Føroyum er ímóti Georgia. Megnar okkara landslið at halda 2. plássið, so koma tær víðari í kappingini, ljóðar úr Litavia.

Tað var Ranvá Andreassen, ið skoraði einsamalla málið hjá Føroyum ídag.