Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samdir klaksvíkingar: Klaksvíkin brennur fyri fótbóltinum

Jákup Ósá

Bæði núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar eru samdir um, attað er nakað serligt at spæla við KÍ.

 

Hjalgrím Eltør, Páll A Klettskarð, Niclas Niclasen, NielsPauli B. Danielsen og Jákup Mikkelsen vóru gestir í sendingini “Leygarkvøld íKlaksvík” hjá Rás 2 leygarkvøldið.

 

Hjalgrím og Páll søgdu, at tað var nakað serligt og eykagott at spæla við barndómsfelagnum. Eisini hildu teir, at ein møguliga gavnakað eyka, tá man spældi fyri “sítt felag”, meðan tað meir var fyriavbjóðingar og at royna nakað nýtt, tá talan var um at skifta felag.

Niclas, Niels Pauli og Jákup søgdu, at tað var ógvuligaymiskar orsøkir til, hví ein skifti felag. Tað kundi t.d. vera niðurflytingella manglandi spælitíð. Teir vóru samdir í, at tað var hvør sítt at vera KÍleikari og leikari í øðrum felag, tá ein gekk á gøtuni í Klaksvík. Sum KÍleikari er ljós varpað á ein gjøgnum alla vikuna.

Tá teir blivu spurdir, um teir nakrantíð komu aftur til KÍ,so segði Jákup, at hann neyvan fór at spæla aftur í barnsdómsfelagnum á hægstastigi, meðan Niclas og Niels Pauli ikki vildu avvísa møguleikanum, at afturspæla við barnsdómsfelagnum.

 

Myndina tók Dávur Winter.