Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FISH FAIR NEWS: Laksateljarin ein týðandi partur av kynsbótararbeiðinum

Oliver Joensen

Josias Jacobsen, formaður í Sílaveiðufelagnum sigur, at laksateljarin verður eitt stórt frambrot fyri kynsbótararbeiðið, sum Sílaveiðufelagið hevur gjørt í meira enn 40 ár.

Josias Jacobsen, formaður í Sílaveiðufelagnum sigur, at laksateljarin verður eitt stórt frambrot fyri kynsbótararbeiðið, sum Sílaveiðufelagið hevur gjørt í meira enn 40 ár.

Sílaveiðufelagið varð stovnað í 1947 við endamálinum at røkja áir og vøtn í Føroyum til síla- og laksaveiðu. Tað gingu meira enn 20 ár til laksatrappurnar vóru gjørdar í Leynará í 1970 og fyrsti laksurin svam niðan í 1971. Kynsbótararbeiðið hjá felagnum var tó farið í gongd langt áðrenn laksatrappurnar fóru at virka. Fyrsta klekistøðin hjá felagnum varð bygd við Sánda longu í 1963.

Tá vit nú, snøgg  50 ár eftir at menn bygdu fyrstu klekingarstøðina, helst fáa eitt frambrot, ið ongin annar sílaveiðufelagsskapur av slíkum slag sum okkara kann breggja sær av, so er tað ikki við sørt av stoltleika, at eg kann fylgja hesum arbeiðinum.

Initiativið til teljaran er komið frá Tekniska Skúla í Havn, har menn við áhuga fyri náttúruni og laksafisking, saman við næmingum hava gjørt eitt ótrúligt projekt við gransking fyri eygað.

Sleppa frá gitingum

Nú vit hava gjørt kynsbótararbeiði  í øll hesi ár, vita vit í veruleikanum  lítið um hvat hendir eftir at vit hava sett yngul út í áir og vøtn.

Í veruleikanum eru tað bert gitingar, ið vit hava at halda okkum til. Við laksateljaranum fer tað at vera møguligt hjá okkum, neyvt at fylgja við, hvat kemur aftur í vøtnini. Higartil hava vit bert havt tølini fyri hvussu nógvur laksur er veiddur á Leynarvatni. Tey tølini hava í roynd og veru onki við mongdina av laksi at gera, sum er komin niðan á vatnið eftir havbit.

Í fjør var fyrsta árið, at vit hava havt eina bók við Leynarvatn har sílaveiðufólk hava kunna skriva í vekt og longd tá teir hava fingið ein fisk. Íalt komu 102 laksar upp eftir hesi upteljing. Laksateljarin var ein “royndartúr” í ánni í fjør eisini, og hann kom til at 760 laksar svumu niðan, tað tíð hann taldi.

Laksateljarar eru aðrastaðni, men so framkomna tøkni, sum hesa, ið Tekniski Skúlin í Havn er í fer við at menna er ikki at finna í øðrum londum. Tí er áhugin sera stórur, eisini ímillum laksafólk aðrastaðni frá.

Tað sum veruliga verður eitt frambrot í granskingini av atburðinum hjá laksasmóltinum, ið er úrslitið av kynsbótararbeiðinum hjá felagnum er, at vit fara at kunna fylgja við í fyrstu atløgu hvussu nógvur laksur kemur aftur, í aðru atløgu nær hann kemur aftur, tað vil siga hvussu nógv kemur fyrsta árið, annað árið og so fram og í triðja lagi fara vit kenna laksar aftur, ið áður hava verið ígjøgnum teljaran, men sum koma aftur á vitjan ár seinni. Ikki minst skal takast við, at við framkomna teljaranum hjá okkum, so kunnu vit skilja ímillum hvussu nógv síl eru farin niðan og hvussu nógvur laksur. Hetta gevur eitt gott grundarlag fyri neyvari gransking av laksi og sílum í føroyskum áum og vøtnum, har samband er ímillum hav og vøtn.

760 laksar í 2012

Í 2012 varð teljarin settur í Leynará fyri aðru ferð. Royndirnar sum gjørdar vóru árið frammanundan gjørdu, at tað gekk munin betur í fjør at telja. Sum sæst á tølunum, so fyrikoma løgin fyribrigdi við hvørt, og tað skyldast fyri stóran part, at neyðugt var at taka laks til strúkingar, og tá var fella sett í ánna, so onki slapp niðan. Stóru tølini fyrstu dagarnar eru sjósíl, sum komu niðan til avlúsingar, og fóru omanaftur fáar dagar seinni.  Tey, ið vilja seta seg meira inn í tølini, kunnu seta seg í samband við Peter  A. E. Djurhuus, fíggjarleiðari á Tekniska Skúla  Tórshavn ella Jákup Lamhauge, uppfinnara og lærara á Tekniska Skúla Tórshavn. Tekniski Skúlin Tórshavn verður við á Fish Fair í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl við  laksateljaranum.

Laksar, ið laksateljarin taldi í 2012
JULI
datoTeljing
22-jul80
23-jul77
24-jul233
25-jul209
26-jul13
27-jul1
28-jul-4
29-jul-5
30-jul17
31-jul8
juli íalt 629
AUGUST
datoTeljing
01-aug-5
02-aug-72
03-aug-6
04-aug-192
05-aug0
06-aug1
07-aug0
08-aug-4
09-aug0
10-aug2
11-aug6
12-aug0
13-aug3
14-aug4
15-aug48
16-aug11
17-aug0
18-aug37
19-aug3
20-aug11
21-aug7
22-aug19
23-aug0
24-aug11
25-aug12
26-aug13
27-aug2
28-aug5
29-aug16
30-aug7
aug. íalt -61
SEPTEMBER
datoTeljing 
01-sep 
06-sep50meting
07-sep2 
08-sep2 
 09-sep14 
 10-sep2 
11-sep0 
 12-sep-1 
 13-sep5 
 14-sep2 
 15-sep0 
 16-sep0 
 17-sep0 
 18-sep2 
 19-sep2 
 20-sep6 
 21-sep0 
 22-sep0 
 23-sep0 
 24-sep0 
 25-sep0 
 26-sep0 
 27-sep-6 
 28-sep7 
 29-sep8 
 30-sep2 sept. íalt 97
OKTOBER
datoTeljing
01-okt0
02-okt0
03-okt3
04-okt16
05-okt7
06-okt8
07-okt30
08-okt3
09-okt4
10-okt16
11-okt2
12-okt3
13-okt3
14-okt3
15-okt-7
16-okt-2
17-okt8
18-okt-4
19-okt0
20-okt1
21-okt-1
22-okt0
23-okt0
24-okt1
25-okt-2
26-okt-2
27-okt2
28-okt-1
29-okt4
30-okt0
31-okt0
okt. íalt 95
NOVEMBER
dato Teljing
01-nov0
02-nov0
03-nov0
04-nov-3
05-nov0
06-nov-1
07-nov-2
08-nov0
09-nov3
10-nov-3
11-nov-1
12-nov-3
13-nov-6
14-nov-2
-18
nov. íalt760
Justering av teljaranum 31.8 – 6.9  
Fellan sett í tann 10.9 – 11.9
Talt varð frá 22. juli til 31. oktober 2012
Fellan sett í tann 14.9 – 17.09
Harleywoodpaint