Í morgin verða dyrnar latnar upp til stóru og marglittu North Atlantic Fish Fair-messuna, sum er í Klaksvík á øðrum sinni.
Seinast Fish Fair var í Klaksvík, tað var í 2011, vóru framsýnarnir sera væl nøgdir við umstøðurnar í báðum hallunum í Klaksvík. Tó kann sigast, at umstøðurnar eru enn betri hesa ferð við eini rættiligari sambygging millum hallirnar á 8 x 10 m og við einum goymsluhøli á 3 x 10 m. Nú gongur tú inni í tveimum hallum við 2000 m2 av framsýningarøki – uttan at fara útum, fyri at koma í hina høllina.
Fish Fair-messan hevur havt sera stóran eftirspurning, og eru ikki færri enn 173 framsýnarar úr 13 londum við. Frá øllum norðanlondunum og m.a. eisini úr Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Schweits og Japan.
Løgmaður setur stevnuna týsmorgunin 9. apríl kl. 10, eftir at bæði Áki í Skemmuni, stjóri fyri North Atlantic Fish Fair, og borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim hava lagt lunnar undir við vælkomurøðum. Klaksvíkar Hornorkestur fer eisini at seta dám á løtuna við teirra eyðkenda spæli.
Á messuni er eisini eitt fyrilestrarøki, har ymiskir fyrilestrar verða – m.a. fer Livar Nysted at greiða frá seinasta bragdi sínum á havinum.
Lagt er upp til eina spennandi North Atlantic Fish Fair-messu undir væl skipaðum kørmum í Klaksvík 9. – 11. apríl 2013.




