Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trupult at fáa viðmerkingar

Jákup Ósá

Nýggj videobrot frá grannauppgerðini: Norðlýsið hevur í dag roynt at fingið viðmerkingar til 2-2málið hjá Víkingi móti ÍF, men tað vísir seg at vera trupult. 

 

Vit høvdu ætlað at spurt dómaran Eiler Rasmussen, um hann sá støðuna,tá Finnur Justinussen undan málinum gjørdi klárt fríspark móti Poul N.Mikkelsen. Hetta er ein fortreyt fyri, hvat víðari kann gerast. Men tað hevurhigartil ikki eydnast. Í kvøld hava vit roynt at fingið viðmerkingar frá FSF,men uttan úrslit. Vit kundu hugsa okkum at fingið at vita, um slíkt verður góðtikið framyvir, tá týðandi hending fer fram, har eingin bóltur er í nærheitini.

 

At grannauppgerðin merkti nógv og at hon var hendingarrík,síggja vit enn tvey dømir um niðanfyri, tá vit fyrst síggja, hvussu Bogi Reinert Petersen“feirar” 1-2 málið frammanfyri Hans Jørgen Djurhuus. Teir báðir høvdu nógvar nærdystirog her var Bogi heppin at sleppa undan einum gulum korti, ið slíkt vanliga gevur, um dómarin sær støðuna. Kringvarpið eigur upptøkuna. Í seinnu upptøkuni síggja vit annan samanbrest millum Boga og Hans Jørgen. Lesarin kann sjálvur meta um, um tann hendingin skuldi verið revsað. Ta upptøkuna eigur Jóhan Thomsen.

Eisini vóru fleiri samanbrestir millum Atla Gregersen og Øssur Dalbúð gjøgnum dystin og eftir seinasta floyt var eisini rokmikið millum teir báðar, men vit hava ikki fingið váttað, hvat veruliga hendi og um dómarin skrivaði frágreiðing um hendingina.

Mynd: Álvur Haraldsen