EB/Streymur arbeiðir við møguleikanum at leiga ein málverjatil dystin móti KÍ, váttar formaðurin í EB/Streymi yvirfyri Norðlýsinum.
René Tórgarð hevu seinastu tíðina drigist við eina skaða ogí hansara stað hevur ungi Jákup Andrias Hansen staðið í málinum. Men enn erunógvir møguleikar opnir fyri, hvør stendur í málinum, tá EB/Streymur spælir í Klaksvíkí annaðkvøld kl. 17.30. Sigvald Zachariassen er formaður hjá EB/Streymi.
– – Í løtuni er ógvuliga óvist, hvør verður ímálinum. René Tórgarð hevur meldað seg frískan, men best hevði verið, um hannfekk ein steðg í eina tíð afturat. Jákup Andrias hevur eisini havt ein snudd.Tí hava vit eisini umrøtt møguleikan at leiga ein málverja, men hetta hevurgingið so sum so, har fleiri møguleikar hava verið nevndir. So tí eru nógvir møguleikar opnir fyri, hvør verður í málinumí annaðkvøld. Tað kann vera René, Jákup Andrias ella onkur heilt annar, sigurSigvald Zachariassen.
Norðlýsið hevur fingið upplýst frá FSF, at undantaksloyvirverða altíð givin til at leiga málverja, tá fyrsti málverjin er skaddur. Vitfylgja gongdini hjá meistarunum og verður nakað nýtt at frætta, so fæst tað atvita á Norðlýsinum.




