Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FISH FAIR NEWS: Laksateljarin væl umtóktur

Hannefíða Joensen

Uttanfyri Badmintonhøllina stendur ein stór last, sum er gjørd til eitt havumhvørvið har í eru 11 laksar og laksateljarin.

Uttanfyri Badmintonhøllina stendur ein stór last, sum er gjørd til eitt havumhvørvið har í eru 11 laksar og laksateljarin. 

Inni á Fish Fair sita Jákup Lamhauge, lærari, Steinfinn Jacobsen, deildarleiðari og Peter A. E. Djurhuus frá Tekniskaskúla í Tórshavn, og fylgja við á teldu hvussu laksurin ferðast gjøgnum laksateljarin.

Ikki bara telur tóli laksarnar, men tekur eisini myndir og livandi myndir av laksinum, og alt hetta kann síggjast nágreiniliga á teldu á básinum hjá Tekniskaskúla.

Laksateljarin hevur verið eitt tað stóra trekplássi á Fish Fair 2013.