Á gallaveitslu í Skálanum fyri framsýnarar gjárkvøldi kunngjørdi Áki í Skemmuni at Tryggingarfelagið Føroyar hevði vunnið heiðurin sum ársins vakrasti básur. Fish Fair letur dyrnar upp kl. 10 í morgun og stevnan endar kl 16 í dag.
Á gallaveitslu í Skálanum fyri framsýnarar gjárkvøldi kunngjørdi Áki í Skemmuni at Tryggingarfelagið Føroyar hevði vunnið heiðurin sum ársins vakrasti básur.
Ein “komite” manna við Archibal Black, listamanni, Sonju á Líðarenda og Maibritt Olsen frá Estra/Vasti, hevði mett um básarnar.
Nr.1 Tryggingarfelagið Føroyar
Nr.2 MEST
Nr.3 Banknordik
Joan og Oda frá tryggingarfelagnum lata væl at vitjanum á básinum. Fólk hava serliga áhuga í at sýggja alt maritima tilfari ið básurin er prýddur við. Nógv gomul kort og nautiskútgerð frá fornari tíð.
Básurin hjá Tryggingarfelag Føroyar vnn eisini heiðurin sum vakrasti básur á Fish Fair 2011.
Myndirnar av básinum tók Oliver Joensen meðan Dávur Winther eigur myndirnar frá Gallaveitsluni.




