Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráðharrin á vitjan á Fish Fair

myndir og tekst: Dávur Winther

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard vitjaði Fish Fair týsdagin, fiskivinnumessuna í Klaksvík. Tað er borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum hevur boðið fiskimálaráðharranum at vitja fiskivinnumessuna. Við í ferðini er Rógvi Reinert, aðalstjóri.

Fiskimálaráðharrin fekk fyrist ein kaffimunn og so var vitjað runt um kring, m.a. hjá Hans í Líðini, stjóra á Rock Trawlsdoors og hjá Hanus Hansen, stjóra á JFK-Trol, sum altíð eru blíðir og fyrikomandi – og hava nógv at siga frá.

Eftir døgurða hevur borgarstjórin boðið umboðum fyri kommununar í KSF og grannakommunurnar í Norðoyggjum at vitja Fish Fair.

Væl av fólki var og vitjaði mánadagin – eini 1500, men í gjár, týsdagin, verður væntað enn fleiri.