Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna bjóðar fleiri tænastur til lesandi

Tíðindaskriv

Í dag, 11. aprí,l verður ungdómssendingin “Ó-beineiðis”aftur á Rás2. Hesaferð fara ungmannafeløgini at kjakast um heildarætlanina, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, legði fram á Hotel Hafnia fríggjadagin 5. apríl.

Í dag, 11. aprí,l verður ungdómssendingin “Ó-beineiðis”aftur á Rás2. Hesaferð fara ungmannafeløgini at kjakast um heildarætlanina, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, legði fram á Hotel Hafnia fríggjadagin 5. apríl.

Harafturat kemur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, at avdúka eina nýggja tænastu til lesandi í Klaksvík. Tað elvdi til mikla gleði, tá Klaksvíkar kommuna kunngjørdi fyrr í ár, at tey veittu stuðul til lesandi, ið skrivaðu høvuðsuppgávu, “sum mett verður at hava almennan áhuga og er gagnligt fyri Klaksvíkar Kommunu.”

Nú kemur Klaksvíkar kommuna við enn einum tilboðið, sum kemur at betra um lestrarumhvørvi í næststørsta býnum. Tað verður borgarstjórin, Jógvan Skorheim, ið avdúkar tænastuna beinleiðis á Rás2.

Hetta er serliga viðkomandi, tá hugsa verður um, at vinnumálaráðið er komin við eini heildarætlan um, hvussu vit fáa fólkatilflyting og fólkavøkstur í Føroyum.

Vit fáa harafturat vitjan av Trygd, sum kemur at greiða frá, hvørjir møguleikar eru, tá tað kemur til tryggingar av fartelefonum. Hetta er serliga viðkomandi fyri ungdómin, tí tað eru ørgrynna av stevnum og festivalum um summarið, og spurnignurin er, um tað er møguligt at fáa t.d. nýggja iPhone, um hon fær skaða.

Vit fara sjálvandi eisini at spæla nýggjan og góðan tónleik.

“Ó-beinleiðis” byrjar kl.15.00 á Rás2.

Sendingin verður stuðla av Trygd og Atlantic Airways ísamstarvið við Føroya Ungdómsráð og Fróðskaparsetur Føroya