Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta byrjan í 27 ár

Jákup Ósá

KÍ hevur ikki fingið betri úrslit fyrstu 5 umførini ílandskappingini síðani 1986.

 

KÍ hevur 11 stig fyri fyrstu fimm umførini í ár. Hetta ereitt meir enn í 2011. Í 2006 hevði liðið eisini 11 stig fyri fimm umfør, menmálúrtøkan var eitt mál verri. Í 2011 endaði KÍ nummar 5 og í 2006 nummar 4, soein góð byrjan er eingin vissa fyri nøkrum heiðursmerki.

 

Vit skulu aftur til 1986 fyri at finna eitt KÍ lið við betriúrslitum, Høvdu teir fingið 3 stig fyri vunnan dyst tá, so hevði tað KÍ liðið12 stig fyri 5 umfør. Hetta árið var annars ikki eitt gott KÍ ár. Liðið var einans 2 stig frá niðurflyting. Í 1999, tá KÍ vann sítt síðsta FM heitið, hevði liðið 10stig fyri 5 tey fyrstu umførini.

Kelda til hagtøl: FaroeSoccer

Mynd: Jóhan Thomsen

Harleyfacadeacryl