Norðlýsið hevur vent sær til ein av royndu monnunum umborð á Klaksvíkingi seinastu árini fyri at fáa hansara viðmerkingar til tað, ið Bjarni Hammer segði fyrr í dag.
Tað gongur heitt fyri seg í miðlunum á kappróðrarøkinum í hesum døgum. Tað hevur skapt øsing í suðuroynni, at Klaksvíkingur møguliga ikki verður mannaður, men at nakrir av teimum fara at trampa niður og venja væl minni enn vanligt við 6-mannafarinum Páll Fanga. Undir greinini: http://nordlysid.fo/suduroyingur+klaksvikingar+tora+ikki+at+kappast+i+ar.html sigur róðursmaðurin á Suðuroyingi, at Klaksvíkar tora ikki at rógva í ár og at teir einki hava at gera í 6-mannafars róðrinum.
Niðanfyri endurgeva vit tað, ið Magnus Norðberg, royndur rógvari í Klaksvíkar Róðrarfelag, hevur at siga um kritikkin.
Magnus sigur soleiðis:
Áðrenn eg komi til støðuna hjá Klaksvíkingi, so má eg líka spyrja Bjarna um ymiskt, sum hann skrivar viðvíkjandi Klaksvíkingi
Hvussu veit hann, hvør ið hugsunarhátturin hjá manningini á Klaksvíkingi er?
Hvørji eru tey “fleiri” sum váttað upppáhaldin hjá Bjarna?
Hvør er hann, at siga, at 6mf bert er til menning? Hvar hevur hann tað frá?
Her eru so nakrar viðmerkingar til tekstin um Klaksvíking
Tað er altíð óvist tá hvat ið úrslitið fer at blíva, tá mann mannar ein bát. Tó skal sigast, at eg havi ongantíð enn sitið saman við monnum, sum hava sagt ella víst, at teir eru bangnir fyri at tapa, men tvørturímóti, hava allir tað í felags, at teir hava ein ekstreman vilja at vinna! Og tí vinna vit eisini!
Teir flestu, sum rógva við Páll Fanga nú, skuldi ongantíð við Klaksvíkingi. Teir hava valgt hetta, tí teir hava ikki orku, hug ella tíð at venja sum Klaksvíkingur ger. Hesir velja heldur at brúka væl minni av tíð og orku upp á kappróðurin.
At 6mf er bara fyri óroyndar rógvarar, sum “bara” brúka róðurin sum menning er ótrúliga niðursetandi fyri FM vinnarar og framúr rógvarar í 6mf, so sum Sundabáturin, Sølmundur, Páll Fangi, Tvørábáturin, Riddarin, Lómur o.a. Kunnu teir kanska váttað at allir tímarnir og stríði teir gjørdu fyri at blíva FM-vinnarir, bert var fyri “menning so teir kunnu koma víðari”?
Bjarni, sum ikki er nakar unglingi, hevur sjálvur ligið í 6mf í 5-6ár og róð móti “óroyndum rógvarum”, har hann entá mátti leggja saman við Riddaranum fyri at kunnu vinna eitt FM, og hevur hann bert eittans ár í 10mf, so hetta er eitt sindur ógreitt hvat hann meinar við viðvíkjandi niðrandi orðunum um 6mf
Skal eisini skal eg líka minna Bjarna á, at eg bert einaferð havi upplivað, at rógvari hevur staðið á keiini og ikki tora róð, og tað var Bjarni sjálvur á Ólavsøku 2010.
Somuleiðis, skal Bjarni líka minnast, hvussu tað gekk í fjør. Suðuroyingur var ikki stór mótstøða á 2000 metrum, og tá Klaksvíkingur slakaði á Jóansøku, tá nýtti Bjarni møguleikan at vera arrogantur við at upphevja seg við at teir vóru “fysisku bestu sprintarar og manning”. Hetta bleiv so dyggiliga afturvíst eftirfylgjandi róðrar, og á Ólavsøku var tað næstan met í avhølving!
Í ár verða heili seks 2000 metrar róðrarreinar, og vóru Eysturoyingur ella Vestmenningur við, so høvdu vit heldur havt eyguni eftir teimum enn Suðuoyingi sum nærmastu kappingarneytar. So Bjarni má koma niður á jørðina við sínum arrogansu.
Støðan hjá Klaksvíkingi
Vit royna enn at mannað Klaksvíking. Tó er tað sera tórført tá menn arbeiða seint á kvøldi, lesa í Danmark, arbeiða í Norra, eru sjómenn, koyra úr Havn, gera annan ítrótt o.s.fr. Og líka sum okkurt annað ár, so kann einki sigast endaligt fyrr enn beint áðrenn Norðoyastevnu í av royndum, siga vita vit at viðurskiftir broytast í seinastu løtu.
Um ætlanin hjá Bjarna við hesum skrivi, er at eggja Klaksvíking at blíva mannaðan, so slær tað feil. Tað er hervið avvíst og ikki í samsvar við veruleikan.
Heldur átti Bjarni í hesum krepputíðum í kappróðrinum at savna enn at spjaða. “Stamman”, sum hann nevndur, giti eg er refererað til undangongumenn tá tað kemur til at mannað Klaksvíking. Hesir hava brúkt mangir stravnar og óløntar tímar at fáa manning, venjing, fígging, umstøður, o.m.a. ár eftir ár, so at Klaksvíkingur kann rógva, og arbeiði hevur verið so mikið gott at tað verður verið 4 út av 4 FMheitir. Hesir hava uppiborið størri virðing, enn tað sum Bjarni her sleingir út við her!
Við róðrarkvøðu
Magnus Norðberg




