Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innanhýsis ósemja steðgar Flemmish Cap fiskiskapi

Henrik Old

Nú vártíðin er farin afturum er framvegis eingin greiða fingin á hvør skal fiska føroysku kvotuna á Flemish Cap.

Nú vártíðin er farin afturum er framvegis eingin greiða fingin á hvør skal fiska føroysku kvotuna á Flemish Cap.

Tað er heilt tíðiligt at tað er innanhýsis ósemja í Fólkaflokkinum ið steðgar fiskiskapinum á Flemish Cap. Tí er tað heilt óskiljandi at Løgmaður, sum ofta reypar av at hann er fyrrverandi fiskaseljari, letur bestu tíð av árinum fara afturum uttan at taka støðu til at fáa fiskiskapin í gongd á Flemish Cap.

Tíðin hevur víst at teir sum hava verið fyrstir á fiskileið um várið, hava fingið best burturúr.

Nú hava spaniólar og portogisar verið á Flemish Cap í 4 mánaðir, umframt tað vita allir sum hava roynt har, at tá tað kemur út í mai mánað, byrjar sjógvurin at hitna, og tá er ikki besta tíð til bestu góðsku.

Kann løgmaður ikki taka sær um reiggj, og seta ein stoppara fyri, at innanhýsis ósemja í einum politiskum flokki,støðgar skipum at fiska í bestu fiskitíð.