Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góði Bjarni

Norðlýsið

Vil ei heldur gera hettatil eitt troyttuligt fjølmiðlakríggj, so hetta er eisini mín seinastaviðmerking til hetta málið

 

Kjarnin í hesum sakleysamálinum skrivar tú sjálvur: Tað hevurgingið sum slatur í eina tíð, at Klaksvíkingur ikki ætlar at stilla upp tí, atnakrir umborð, millum annað Magnus, ikki føla seg heilt vissar í at vinna nakaðí ár. Síðan spyrt tú teg fyri “onkustaðni”, fyri at fáa váttan,og harvið kemur frustratiónin yvir ikki at kunna fáa revansju frá í fjør, oghetta elvir til títt áleypandi skriv.

Álvaratos, hvat við atuppføra seg eitt sindur búgvi, og heldur spyrja meg persónligt? Slatur kanst túheldur taka við tær í bindiklubban!

Hevði tú spurt á rættumstaði, so hevði tú fingið at vita, at hatta ikki er satt, og at júst nú siti egumborð á einum mannaðum Klaksvíkingi

 

Tað gleðiliga er hent, attað hevur eydnaðist okkum, at finna 11 rógvarar í dag, har av fimm eru nýggir.Tó skal sigast, at tveir av teimum gomlu umborð eru sera óvissir, vegna millumannað teirra arbeiði uttanlanda. So nógv kann enn broytast, men hetta er sostøðan nú.   -Somikið fyri ” fjøldin hevur somu hugsan og vitan, um at Klaksvíkingur ikkitorir og snúgvur sær undan“!

 

Eftir tógvi stríð frádesembur til apríl at finna fólk, var støðan einføld, líka sum hjá Eysturoyingi,Vestmenning, Hoyvíkingi o.ø.: tú finnur ikki fólk, sum hevur hug at rógva kapp.

Síðan kom helstgrundin til slatur, fylgt av  áloypandiskrivið:  -Menn, sum ikki høvdu stundir at venjaregluliga, og skuldi tí ikki við Klaksvíking, róðu “hyggeróður” viðPáll Fanga. Tá Klaksvíkingur ikki kundi fara út at rógva, fóru tveir avKlaksvíkingi umborð har. Hesir spurdu á almennar kjaksíðu, um undirtøkuna í 6mfí ár, tí møguliga endaði mann vit at rógva onkra stevnu við Páll Fanga. Hettavar nokk til at tendra fjúsið í suðri!

 

 

Ynski at viðmerkja, at eghaldi ikki, at tað er eitt stórt undur, at Suðuroyingur gjørdi seg galdandi í10mf fyrstu ferð teir luttóku við at vinna eina stevnu og annars svinga millumnr. 2 og nr. 3. Klaksvíking 2006 við “stammuni” á odda gjørdist FMvinnarar fyrstu ferð teir luttóku í 10mf. Tá vóru heili sjey luttakandibátsmanningar. Kappróður er ikki stórt annað, enn at tann sum hálar mest í árina,vinnur. So handan undanførslan fyri tap við at tit eru nýggir, kann ikkibrúkast.

Sumt sum kemur fram ítekstinum er óviðkomandi her, og kann takast upp til kjak aðra staði, so summítt uppskot. Tó skal eingi ivast í, at mítt størsta ynski innan kappróður var,at síggja ein stóra flóta í 10mf.

 

At enda skal sigast, ateg síggi nøkur rósandi orð inn ímillum tí langa tekstinum. Tey orðini takki egfyri og haldi, at tað er uppá sítt pláss, at eg sendi nøkur aftur. At Suðuroyinguriner komin til oynna, og at tit mannað bátin annað árið á rað, er eitt ljóspunktí annars myrkum tíðum hjá kappróðrinum, og tað frøðir kappróðar- ogítróttaráhugaði um alt landið. Uppiborið herðaklapp til stigtakararnar tilhetta! Vónandi halda tit áfram og geva íblástur til, at aðrir eisini mannaðsíni 10 mannafør.

 

Um eg/vit sita umborð áKlaksvíkingi, Páll Fanga ella standa sum áskoðarar, so haldi eg, at rættast er,at vit taka í hondina á hvørjum øðrum tá vit hittast, vísa ítróttaranda, oghalda áfram at geva okkara íkast til vøkrum tjóðarítrótt føroyinga.

 

Við róðrarkvøðu

Magnus Norðberg