(Dystarfrásøgn) Talan var um eitt KÍ lið, sum leikliga als ikki rakti dagin, men tó spældi seg trygt víðari.
(Dystarfrásøgn) Talan var um eitt KÍ lið, sum leikliga als ikki rakti dagin og so eitt B68 lið, ið er undir uppbygging og enn ikki megnar at spæla upp ímóti liðum í bestu deildini.
Umstøðurnar til fótbólt eru frálíkar á Svangaskarði og líkdini vóru frálík, tá Rói Jacobsen setti dystin í gongd. Eisini kann nevnast, at 4.dómari var fyrrverandi presturin í Klaksvík Hans Eiler Hammer.
KÍ venjarin fór í dag aftur til uppstillingina, ið var móti AB, har Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen komu inn fyri Ivan Joensen og Jóhan Jacobsen. Tá nú B68 var mótstøðuliðið, sum KÍ ikki skuldi havt nakrar trupulleikar av, so var kanska upplagt at brúka breiða hópin meira eftir dystin mikukvøldið, ið uttan iva kravdi nógvar kreftir. Men sterkasta liðið byrjaði og tað merkti, at eitt nú Heðin Klakstein og Helgi Samson bara fingu seinastu løtuna av dystinum.
Lág leikferð
Í fyrra hálvleiki var KÍ betra liðið sum væntað, men tað er synd at siga, at vit sóu góðan fótbólt. Líkasæla, lág leikferð og ørkymlaðir leikaðir vóru eyðkennini hjá teimum bláu. Nakrir møguleikar komu burturúr, har tað mesta kom úr høgru síðu. B68 spældi í einari verjukendari 4-1-4-1 leikskipan og royndi at taka leikferðina úr dystinum og fyrsta hálva tíman hevði B68 rímuliga gott tamarhald á dystinum. Men tá so umleið hálvur tími var spældur, so fekk KÍ brotsspark, ið sá nakað bíligt út, tá Atli Danielsen fór um koll. Atli skoraði sjálvur trygt til 1-0. Bara løtu seinni var 2-0 við frísparki frá Heðini á Lakjuni. Frísparkið bleiv gjørt av B68 málverjanum ímóti Álvi Christiansen og har málverjin fekk gult kort. Besta KÍ álopið kom beint fyri hálvleik, tá vit enduliga sóu skjótt KÍ samanspæl, har Gunnar Christiansen spældi Álv Christiansen leysan, men B68 málverjin gjørdi eina góða bjarging.
B68 betri við
Seinni hálvleikur bleiv við KÍ brillum kanska enn lakari, har fáir møguleikar blivu skaptir. Heldur ikki útskiftingarnar hjálptu nakað, har ein rúgva av persónligum feilum blivu gjørdir. Rós skal eisini gevast til B68 liðið, ið stríddist væl og stóð væl, men frameftir tørvar liðinum leikarar, ið kunnu skapa fleiri trupulleikar og skapa meira vandastøður. Tí bleiv tað lætt hjá KÍ at verja fyri í flestu førunum í annars javna hálvleikinum. Eitt mál kom afturat og tað var eftir skjótálop, tá Kristoffur Jakobsen spældi Álv Christiansen leysan og hesaferð var hann tryggur.
Vánaligur dystur
Samanumtikið ein dystur, ið skjótt fer í gloymibøkurnar. KÍ liðið rakti als ikki dagin og grundgevingarnar kunnu nokk vera mangar. M.a. spældi liðið ein krevjandi dyst mikukvøldið og kanska hevur undirmeting eisini gjørt um seg. Gjøgnum dystin skiftu leikararnir í heilum pláss og hetta staðfesti eisini, at venjarin var ikki nøgdur við tað, ið hann sá. Hugaligt at síggja lokala B68 liðið, har eingin kundi seta spurnartekin við hugburðin. Kanska var virðingin til tíðir heldur stór fyri KÍ liðinum, men tað var eisini fyrsti dysturin móti liði úr bestu deildini hjá fleiri av B68 leikarunum. Tí kemur tað at taka tíð og í álopspartinum síggja teir nakað tunnir út. Sigurin hjá KÍ var ongantíð í vanda eftir brotssparksmálið og frísparksmálið í fyrra hálvleiki. Klaksvíkingar kunnu tí gleða seg til lutakastið í 3-2 sendingini mánakvøldið, tá kvartfinalurnar vera drignar.




