Tá vit keypa eina matvøru, má eitt krav vera, at vit vita, hvat tað er, vit keypa til matna. Serliga er hetta umráðandi fyri fólk við ovurviðkvæmi, har tað kann fáa sera álvarsamar avleiðing at eta mat, tey ikki tola.

Men føroyski brúkarin er her í stóran mun sleptur uppá fjall. Kunngerðin, sum ásetir krøv til merking av matvørum til føroyska heimamarknaðin, er gomul, og tað er sera avmarkað, hvørji krøv hon setir. Stórur partur av matvørunum á føroyska marknaðinum er lítið ella als ikki merktar.
Rættuliga mangir føroyingar stríðast við ovurviðkvæmi, og tola tí ikki ymiskt evni, sum eru vanlig í matvørum. Tað kann vera ovurviðkvæmi fyri mjólk, gluten, nøtum, egg ella øðrum evnum, sum eru vanligt innihald í samansettum matvørum. Sjálvandi mugu hesi kunna kenna seg trygg, tá tey fara til handils.
Tingkvinnan Bjørt Samuelsen, tekur evnið upp til munnligar fyrispurningar mikudagin, har landsstýrismennirnir Karsten Hansen og Johan Dahl báðir verða spurdir, hvat teir ætla at gera við støðuna.