Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt Missiónshús í Gøtu

Dávur Winther

Fitta og hugnaliga missiónshúsið, sum hevur ligið dygst uppi við landsvegin við Gøtugjógv síðani 1924, er nú vorið ov lítið og ótíðarhóskandi.

Fitta og hugnaliga missiónshúsið, sum hevur ligið dygst uppi við landsvegin við Gøtugjógv síðani 1924, er nú vorið ov lítið og ótíðarhóskandi.

Húsið varð laðað upp við betonsteinum, tí eisini nógvar rivur í vegginum. Salurin rúmaði bert 80 fólkum. Upprunaliga ætlanin var at byggja afturat verandi húsi, men hesum sýtti Landsverk fyri. Landsverk gav ikki loyvi til um- ella afturatbygging, um húsið ikki varð flutt í minsta lagi 25 m frá vegmiðjuni.

Hetta ger so, at nýggi bygningurin verður bygdur í tveimum hæddum – við kjallar og miðhædd og einum lítlum lofti. Salurin skal rúma 130 fólkum, men vera fleiri onnum høli knýtt at byggingini, sum gera nýggja bygningin væl nýtiligan til so nógv annað ymiskt í sambandi við virksemið hjá missiónshúsinum.

´

Tíðarætlanin er nógv tengd av fíggjarorkuni, men um eini trý til fimm ár verður vónað, at bygningurin stendur liðugur.

Harleyfacadeacryl