er ein norskur filmur, sum er gjørdur eftir eina sanna søgu. Tað er søgan um eina ferð hjá normanninum Thor Heyerdahl. Eg visti lítið um filmin og søguna, men eg hevði uppdagað, at fólk vóru áhugað í at síggja hendan filmin.
er ein norskur filmur, sum er gjørdur eftir eina sanna søgu. Tað er søgan um eina ferð hjá normanninum Thor Heyerdahl. Eg visti lítið um filmin og søguna, men eg hevði uppdagað, at fólk vóru áhugað í at síggja hendan filmin.
Filmurin fer fram í 1940’unum. Normaðurin Thor Heyerdahl er sannførdur um, at fólkini í Polynesia vóru ættað úr Suður-Amerika. Eingin trýr honum, so hann setir sær fyri at prógva, at tað bar til fyrr í tíðini, at sigla úr Suður-Amerika til Polynesia. Hann savnar tí fimm menn og teir byggja ein flaka úr somu útgerðini, sum varð nýtt fyrr í tíðini. Síðan sigla teir á flakanum, sum eitur “Kon-Tiki”, úr Peru og ætlanin er, at sigla tvørtur um Kyrrahavið til Polynesia.
Hetta er samanumtikið ein filmur um eina ferð tvørtur um Kyrrahavið. Ein sonn søga um ein mann, sum fór á eina vandamikla ferð, fyri at prógva sína teori. Eg væntaði ikki nógv av filminum og eg má siga, at eg var sera imponeraður. “Kon-Tiki” er ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð higartil í ár. Hann tekur hyggjaran við á eina fantastiska ferð, sum realistiskt vísir, hvussu tað er, at sigla fleiri túsund kilometrar á flaka. Tað er eisini ótrúligt, at hann er gjørdur eftir eina sanna søgu, tí tað vísir, hvussu djørv summi fólk kunnu vera – eg visti næstan einki um ta sonnu søguna, áðrenn eg sá filmin.