Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umstøðurnar undir Kráarbrekku betraðar í 2013 við fígging frá 1949

Nordlysid

Á fundi týskvøldið 16. apríl samtykti Sosiala Nevnd at útvega Sambýlinum á Heygnum eina nýggja tilkalliskipan og onkra aðra smærri íløgu, samstundis sum seinasta hond í løtuni verður løgd á arbeiðið at gera lyftu millum sambýlið og undirhæddina, sum nú er fult innrættað til fysioterapi, venjingarhøli og felags virksemi fyri eldri.

Á fundi týskvøldið 16. apríl samtykti Sosiala Nevnd at útvegaSambýlinum á Heygnum eina nýggja tilkalliskipan og onkra aðra smærri íløgu,samstundis sum seinasta hond í løtuni verður løgd á arbeiðið at gera lyftumillum sambýlið og undirhæddina, sum nú er fult innrættað til fysioterapi,venjingarhøli og felags virksemi fyri eldri.

-Ikki kann sigast annað enn, at tað vóru nøkur framsíggin undangongufólk, sumlongu í 1949 byrjaðu innsavningina til tað bygging, sum í dag stendur undirKráarbrekku, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd býráðins.

Uppsparingfrá 1949
fíggjaríløgur í 2013!

-Tað er meir enn ein vanlig sólskinssøga, at ein uppsparing til “ellisheimið”,sum byrjaði við einum basari á Norðoyastevnu í 1949, enn í dag er við til atfíggja framstig innan eldraøkið í 2013, sigur formaðurin í Sosialu Nevnd, sum áfundi týskvøldið 16. apríl 2013 kundi samtykkja at gera íløgur í nøkur amboðaftrat, ið betra viðurskiftini undir Kráarbrekku og í Sambýlinum á Heygnum.

-Tað ljóðar ótrúligt, men ein veruleiki er tað, at kommunan júst er við atavslutta eina íløgu í lyftu, goymslu og trappuuppgongd í felagsbygninginumundir Kráarbrekku, sum verður fíggjað av hesi somu uppsparing.

– Ogtýskvøldið kundi Sosiala Nevnd haraftrat samtykkja at játta Sambýlinum áHeygnum eina tilkalliskipan til nýtslu hjá teimum, sum búgvaá sambýlinum, og onkra aðra smærri íløgu, har fíggingin kemur frásomu uppsparing.

Framúrgóðir karmar til
eldriundir Kráarbrekku

-Verkætlanin undir Kráarbrekku kann í dag bjóða ein pakka av møguleikum til okkaraeldru borgarar, ið vit sum kommunan framhaldandi eiga at menna víðari.

– 24eldraíbúðir, 16 sambýlispláss, fysioterapi, venjingarhøli og felagshøli – alt áeinum og sama stað, sum við hesi seinastu íløguni í lyftu nú er bundið betursaman við enn betri atkomumøguleikum.

-Karmarnir eru framúr góðir til myndugleikar, starvsfólk og tey eldru sjálvi atgagnnýta best møguliga.

-Vistarheimsnevndin hevur havt uppsparingina um hendur, og hevur nevndin samanvið formanninum, Erik Andreasen, víst Kráarbrekku sera stóran áhuga og vilja,soleiðis at allar hesar betranir hava verið gjørligar, staðfestir JóhannLützen, sosialnevndarformaður.