Nú við video av málunum.
Eftir knúsandi 6-0 sigur móti B71 í kvøl, er 1.deildarliðiðhjá KÍ á deildum 2. plássi í 1.deild, har B68 framvegis hevur fult stigatal.
KÍ var á odda 4-0 í hálvleikinum í kvøld, tá grundarlagiðbleiv lagt fyri sigrinum. David Langaaard legði KÍ á odda. Jóhan Jacobsen varstórspælandi og skoraði 3 mál, áðrenn hann bleiv útskiftur í hálvleikinum. Íseinna hálvleiki komu m.a. Jóannes Bjartalíð og Ísak Simonsen, ið er um atblíva klárur aftur eftir skaða, á vøllin og teir stóðu fyri tveimum málumafturat, har Ísak í báðum førunum legði upp til Jóannes.
Við sigrinum hevur KÍ lagt seg á deilt 2. pláss í deildini. B68er langt á odda við fullum stigatali, meðan HB, KÍ og FC Suðuroy hava 9 stig.Kappingin aftanfyri B68 er rættuliga jøvn og spennandi. KÍ skal veruliga roynaseg teir báðar næstu dystirnar. Fyrst er útidystur móti Skála, ið umvikuskiftið vann á effoliðinum hjá 07Vestur í steypakappingini, áðrenn B68vitjar í Klaksvík 27. apríl.
Niðanfyri síggja vit samandrátt frá dystinum við upptøkum frá Jóhan Thomsen.




