Nú roysningurin hevur verið merktur í fýra vikur, er hann farin at ferðast meira út av Sørvágsfirði. Fyrstu tvær vikurnar var hann fyri tað mesta inni á fjørðinum, og lá nógv uppi á landi. Men síðan hevur hann gjørt fleiri túrar út á streymasjógv.
Nú roysningurin hevur verið merktur í fýra vikur, er hann farin at ferðast meira út av Sørvágsfirði. Fyrstu tvær vikurnar var hann fyri tað mesta inni á fjørðinum, og lá nógv uppi á landi. Men síðan hevur hann gjørt fleiri túrar út á streymasjógv. Í síðstu vika var hann soleiðis farin ein túr norður um Mykines.
Hesa vikuna hevur hann eisini verið fleiri longri túrar. Fyrst vitjaði hann sama øki, fimm fjórðingar norður úr Mykines, ið hann hevði verið fýra dagar frammanundan. Og dagin eftir helt hann til á Víkum. Haðani ferðaðist hann, umvegis Sørvágsfjørð, til eitt øki tveir fjórðingar suður úr Tindhólmi, ið hann eisini hevur verið áður. Annan dagin var hann somuleiðis vestanfyri. Tað tykist sum um at roysningurin hevur flutt seg longur út á Sørvágsfjørð, og er farin at halda til meira við Tindhólm og har um leiðir.




