Tá KÍ seinast vann løgmanssteypið
(Søgulig hending) 14 ár eru síðani, at KÍ vannløgmanssteypið. Her eru hæddarpunktini frá tí dystinum.
Tað var ein góðveðursdag 4.juli í 1999, at KÍ skuldi tilHavnar at spæla finaluna móti “heimaliðinum” og væl mannaða B36 liðinum. KÍ varí gongd við eitt gott kappingarár og lá á odda í landskappingini. 3 stigframmanfyri B36 á 2. plássi. Talan gjørdist um ein góðan dyst fyri klaksvíkingar,ið vunnu 3-1. Samstundis er hetta seinastu ferð, at KÍ hevur kappingina umløgmanssteypið. Legg til merkis allar klaksvíkingarnar í vestara skýlinum í brotinum niðanfyri.
KÍ liðið hendan dagin: Stephen Boyle, Harley Bertholdsen,Jan Andreasen, Andrzej Pacek, Marek Wierzbicki, John Ryan, Jan Joensen, RógviJacobsen, Heðin á Lakjuni, Arnold Joensen og Kurt Mørkøre. Á beinkinum: SímunW. Høgnesen, Niclas Niclasen, Finn Baldvinsson, Gunnar á Steig og JonathanParis.
Upptøkurnar eru frá einum KÍ bandi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið bleiv útgivið í 1999.




