Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ eigur báðar toppskjúttarnar

Jákup Ósá

Hyggur ein eftir máltindinum í Effodeildini, so liggja tveirKÍ leikarar á odda.

 

Í Fuglafirði í dag sóu vit ein sera væl upplagdan Páll A,Klettskarð í KÍ álopinum. Páll er nú eisini toppskjútti í deildini við 5 málumfyri fyrstu 6 umførini. Og sum hann spældi í dag, hóast liðið annars ikki raktidagin, so er ikki óhugsandi, at hann kemur at skora nógv mál í ár.

Harðastu kappingina á toppskjúttaralistanum fær hann íløtuni frá liðfelagnum Álvi Christiansen. Álvur hevur skorað 4 mál og víst, attað er á álopssinaða vonginum, at hann skal spæla. Teir næstu leikararnir á toppskjúttara listanum hava 3 mál.