Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Musikkstevnan 2013

Oliver Joensen

Fríggjadagin – dýra biðjudag – og leygardagin verður árliga musikstevnan fyri horn- og harmoniorkestrini í Føroyum hildin í Havn. Hetta er 47. árið á rað, at skipað verður fyri hesi stevnuni, og tað má næstan sigast at vera eitt bragd…

Musikkstevnan 2013

Fríggjadagin – dýra biðjudag – og leygardagin verður árliga musikstevnan fyri horn- og harmoniorkestrini í Føroyum hildin í Havn. Hetta er 47. árið á rað, at skipað verður fyri hesi stevnuni, og tað má næstan sigast at vera eittt bragd, at tað hevur eydnast teimum ymsu orkestrunum í landinum at skipa eina tílíka stevnu í næstan hálva øld. Tann fyrsta stevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, tí hildið var, at tað var ein góður møguleiki hjá orkestrunum av mennast, at tey soleiðis eina ferð um árið komu saman at framføra tónleik fyri hvør øðrum og fyri almenninginum.

Síðani hevur musikstevnan ferðast kring alt landið nógvar ferðir, tí orkestrini skiftast um at vera vertir.

Í ár er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri stevnuni. Orkestrið hátíðarheldur í ár 110 ára jubileum, og tí vildi Havnar Hornorkestur sleppa at skipa fyri, og stevnan verður hildin í skúlanum við Løgmannabreyt. Hetta er fyrstu ferð, at stevnan verður hildin í hesum hølunum.

Hesi seinnu árini hevur stevnan verið hildin á tann hátt, at fríggjadagin koma skúla- og ungdómsorkestur úr øllum landinum saman at framføra sínar konsertskráir. Og tann seinna dagin – leygardagin – koma so tey “sjálvstøðugu” orkestrini saman. Hetta eru tveir dagar fyltir við tónleiki, samveru og vinskapi, so Havnar Hornorkestur bjóðar hervið øllum til musikkstevnu í skúlanum við Løgmannabreyt komandi vikuskiftið.

Havnar Hornorkestur er stovnað 13. februar 1903 og er tískil eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum. Orkestrið hevur 110 ára jubileum í ár og varð hettar hátíðarhildið við stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. Februar.

Havnar Hornorkestur vann evropameistarakappingina fyri hornorkestur (b-bólkurin) í 2004 og bleiv nummar 2. í 2006. Síðan 2006 hevur orkestrið ikki luttikið í altjóða kapping. Í 2011 varð Havnar Hornorkestur kosið best spælandi orkestur á Musikkstevnuni 2011, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum.

Daglig húsast orkestri í Íshúsinum, aftanfyri Reinsaríði og við síðuna av Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.

Vinaliga vegna Havnar Hornorkestur,

Kjartan Festirstein Andreasen Ove Olsen

Formaður Dirigentur