Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan í sambýlunum á Mýruni 4 og 6 í Hoyvík. Umboðsmaðurin staðfesti millum annað, at Nærverkið (nú Almannaverkið) og Almannamálaráðið ikki hava útint sínar eftirlitsskyldur, sum eru álagdar myndugleikunum.
Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan í sambýlunum á Mýruni 4 og 6 í Hoyvík. Umboðsmaðurin staðfesti millum annað, at Nærverkið (nú Almannaverkið) og Almannamálaráðið ikki hava útint sínar eftirlitsskyldur, sum eru álagdar myndugleikunum.
Henda eftirlitsskylda fevnir millum annað um, at hoyringsreglur verða hildnar, tá búfólk skulu flyta inn á sambýli, eftirlit við sambýlunum sum heild, tað vil siga eftirlit við bæði námsfrøðiliga støðinum í sambýlunum, eitt heilsufakligt eftirlit, eftirlit við fíggjarviðurskiftunum, eitt nú hvussu húsaleigan skal ásetast, við fysisku umstøðunum í sambýlunum, við valdsnýtslu og umsitingini í sambýlunum annars.
Umboðsmaðurin vísti millum annað á, at tað als ikki er nøktandi, at harðskapstilburðir ikki verða fráboðaðir, og at Nærverkið ikki kannar harðskapstilburðir beinanvegin. Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at tað var nøktandi, at harðskapstilburðir einans verða skrivaðir niður og skjølini løgd í eina skuffu á sambýlinum. Umboðsmaðurin helt, at tað er átaluvert, at Nærverkið ikki hevur útint sína eftirlitsskyldu, serliga tá Nærverkið tey seinastu árini hevur verið vitandi um, at trupulleikar hava verið við, hvussu harðskapsmál eru handfarin, uttan at Nærverkið hevur sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at betra um støðuna.
Umboðsmaðurin fekk á vitjanini avrit av roknskapum hjá búfólkum fyri árini 2009 og 2010 og staðfesti, at grannskoðarin hevur tikið fyrivarni so gott sum í øllum roknskapunum fyri nevndu ár. Av tí at talan m.a. var um manglandi skjalprógv fyri kontant útgjald og flytingar, helt umboðsmaðurin, at hesir roknskapir í síni heild átti at verið kannaðir nærri. Umboðsmaðurin helt, at tað var alt annað enn nøktandi, at Nærverkið einans tók ímóti og skrásetti roknskapir hjá búfólkum sum innkomnir, og ikki hevði nakað veruligt eftirlit við hesum roknskapum. Eisini gjørdi umboðsmaðurin vart við, at tað als ikki var nøktandi, at nærum hálvtannað ár gongur, áðrenn roknskapir fyri felagsrakstur verða grannskoðaðir, og heitti tí á myndugleikarnar um at gera mannagongdir fyri, nær roknskapir í seinasta lagi skulu verða grannskoðaðir.
Umboðsmaðurin staðfesti eisini, at umstøðurnar viðvíkjandi neyðútgongd á Mýruni 4 vóru alt annað enn nøktandi og heitti á Almannaverkið um at fáa eina hóskandi neyðútgongd. Tann 19. apríl 2013 staðfesti umboðsmaðurin, at ongin neyðútgongd ella neyðtrappa enn er gjørd. Hetta helt umboðsmaðurin vera alt annað enn nøktandi og gav Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri hetta.




