Samgongan feldi fyri løtu síða uppskot sumPáll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg hava lagt fram til samtyktar um at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum. Undir aðru viðger segði Páll á Reynatúgvu at tíðin var farin frá tí at ávís øki í landinum liggja uttan samband við meginøkið fleiri dagar um árið.
Samgongan feldi fyri løtu síða uppskot sumPáll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg hava lagt fram til samtyktar um at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum. Undir aðru viðger segði Páll á Reynatúgvu at tíðin var farin frá tí at ávís øki í landinum liggja uttan samband við meginøkið fleiri dagar um árið.
Málið var til viðgerar í Vinnunevndini sum býtti seg í eini minniluta og meiriluta.
Samgongu umboðini mæltu til at fella uppskotið og tá atkvøðast skuldi við 2. viðger fekk uppskotið bara 8 atkvøður, allar úr andstøðuni.
Í álitinum frá Vinnunevndini verður m.a. skrivað soleiðis:
…Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Kristianna Winther Poulsen) sær sjálvandi tørvin, sum vístur verður á í uppskotinum, um at fólk skulu kunna ferðast allar dagar í árinum, har firðir og sund skilja.
Sum nú er, sigla skipini hjá Strandfaraskipum Landsins ikki páskadag, jóladag og langa fríggjadag, og nevndin hevur fingið upplýst, at hetta eisini ger seg galdandi í flogferðsluni, har eingin flúgving er páskadag, jóladag og 1. jóladag.
Nevndin hevur eisini fingið upplýst, at skulu skipini hjá Strandferðsluni, sum eru undirløgd altjóða krøv um hvílitíðir v.m., sigla hesar dagar, so kemur hetta at kosta fleiri milliónir eyka, og tað viðførir, at antin má Løgtingið játtað Strandferðsluni meira pengar til siglingina hesar dagar, ella mugu túrar takast burtur á verandi ferðaætlan. At taka túrar burtur úr verandi ferðaætlan hjá Strandfaraskipunum er meirilutin ímóti, og tá tað er óvist, um Strandferðslan undir verandi fíggjarvánum fær játtað meira pengar, sær meirilutin tað vera trupult at samtykkja hetta uppskotið.
Ein partur av viðmerkingunum í uppskotinum snúgva seg um MT “Teistan” sum sjúkraflutningsskip, og her fer meirilutin at vísa á, at hesin spurningur ikki er aktuellur longur, við tað at tað er gjørd ein avtala um, at “Teistin” skal verða brúktur til sjóvegis sjúkraflutning úr Sandoynni, og harvið er sjóvegis sjúkraflutningurin úr Sandoynni tryggjaður.
Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir tinginum til at fella uppskotið.
Minnilutin (Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Janus Rein) vísir á, at omanfyri 85% av fólkinum eru samanbundin landvegis og kunnu ferðast so galið teimum lystir 365 dagar um árið.
Fyri tey 15 % av fólkinum, sum búgva á leysu oyggjunum, er tað einki minni enn eitt grundleggjandi trivnaðarkrav, at eisini tey sleppa úr og í oynna 365 dagar um árið. At eingin flutningur er ávísar høgtíðsdagar hoyrir ikki heima í einum nútímans samfelag, anno 2013. Víst verður annars á viðmerkingarnar í uppskotinum um at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum, viðvíkjandi sjúkraflutningstænastu og sigling allar dagar í árinum.Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið……




