Tað koyrdu 5.440 akfør í Norðoyatunlinum nú tað var ókeypis at koyra leygardagin. Hetta er nakað minni enn sama tunnilsdag í 2012 (5.856) men næstan trýfalt ferðsluna sum í miðal er 2.042 akfør um samdøgri

Eisini í Vágatunnlinum var meira ferðsla enn vanligt.
Tað koyrdu 2.422 akfør í Vágatunlinum nú tað var ókeypis at koyra leygardagin. Hetta er tó nakað minni enn sama tunnilsdag 2012 tá koyrdu 2.754 akfør í gjøgnum Vágatunnilin. Í miðal koyra 1.623 akfør gjøgnum Vágatunnilin um samdøgri upplýsir Tunnilsfelagið í morgun.