Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygd flytir úr Gongini 7

www.trygd.fo

Í dag, mánadagin 29. apríl, letur Trygd upp í nýggjum hølum í Húsagøtu 3.

Í dag, mánadagin 29. apríl, letur Trygd upp í nýggjum hølum í Húsagøtu 3.

Nýggju hølini eru á 1. hædd í høvuðssætinum hjá BankNordik – yvirav SMS.
 

Um orsøkina til flytingina sigur Janus Thomsen, stjóri. “Tað er sjálvsagt við sorgblídni, at vit siga farvæl til ein av landsins bestu bústøðum, men vit síggja stórar fyrimunir fyri Trygd við at flyta tættari at móðurfelagnum BankNordik. Vit hava samstarvað væl hvønn dag um eitt nú sølu av tryggingum, men við at flyta tættari saman, meina vit, at samstarvið fer at gerast enn betri og meira effektivt á fleiri økjum.”

Janus Thomsen vísir eisini á, at tað serliga er ein stórur fyrimunur fyri eitt lutfalsliga litið tryggingarfelag sum Trygd, at kunna lena seg tættari at eini størri og sterkari fíggjarfyritøku, sum BankNordik er, hvat stápsfunktiónum viðvíkur.
 

Síðani ár 2000 hevur Trygd búleikast í søguligu hølunum í Gongini 7. Trygd lat annars upp í hølunum í Tórsgøtu 16 í februar 1998. Tá varð Trygd endurstovnað og fekk aftur loyvi at selja tryggingar, eftir at Tryggingarfelagið Føroyar hevði havt monopol á føroyska marknaðinum síðani seinna veraldarbardaga.

Trygd hevur 24 starvsfólk, sum hereftir koma at hava sín arbeiðsstað í Húsagøtu 3.
 

Tórshavn, 28. apríl 2013.

P/F Trygd Tryggingarfelag