Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marnar og Rebekka vunnu Flaggdagsrenningina triðju ferð á rað

Guttorm Sørensen

Triðja árið á rað, vóru tað ungu rennararnir úr Treysti, Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø, sum vunnu árligu Flaggdagsrenningina.

Talan var um góð líkindir, nógvar rennarar, nógvar áskoðarar og góða fyriskipan, so rammurnar vóru sera góðar, og tað sást aftur í tíðunum. Tíðirnar hjá teimum báðum vinnarunum blivu væl betur enn undanfarin ár. Leggjast skal til merkis, at eini 10-15 sekund skulu leggjast omaná tíðirnar, sum liggja á heimasíðuni hjá Bragdið. Tað er okkurt við chiptíðtakingini, sum ger tað.

Marnar vann við 22.23 (+10-15) og rann umleið 45 sekund skjótari enn í 2011. Rebekka vann við 26.50 (+10-15) og rann næstan 2 minuttir skjótari enn í 2011 og 2012. Út frá hesum, so sær venjingarstøðan hjá teimum út til at vera á rættari kós, nú Oyggjaleikirnar á Bermuda av álvara fara at nærkast.

Marnar lat als onga iva verða um hvør, í løtuni, er okkara besti rennari á longru teinunum. Hann var rættiliga klárt á odda beinanvegin, og helt væl og virðiliga um leiðsluna. Nummar tvey og trý blivu Sam Vang og Andrias Hansen, báðir úr Bragdið.


Rebekka Fuglø og Gunnar Sivertsen

Rebekka lá eisini á odda allan vegin. Eina løtu lá unga Katarina Høj úr Bragdið á øðrumplássi, men tað fór garvaða Rigmor N. Arge úr Hvirluni avstað við, so Katarina bleiv nummar trý.


Rutt Gregersen (3), Oddvør Josephsen (2) og Maria Biskopstø (1) vunnu gentubólkin

Aðrir rennarar úr Treysti runnu eisini væl. Serliga tær tríggjar Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen og Rutt Gregersen vóru raskar. Allan vetur hava tær verið trúfastar til venjing, og tað gav sanniliga góð úrslit í Flaggdagsrenningini, tí tær tríggjar blivu ávikavist nummar eitt, tvey og trý, og settu allar hinar genturnar í gentubólkinum uppá pláss. 


Borgar Biskopstø

Borgar Biskopstø er altíð knáur og hesuferð bleiv hann nummar seks í opna bólkinum og nummar tvey í veteranbólkinum. Guttiorm Sørensen, sum rann sína fyrstu kapping síðani fyrst í desember, gjøgnumførdi í øllum góðum og gjørdist nummar trettan. 14-ára gamli Gunnar Sivertsen rann sína fyrstu kapping ímóti monnum og rann avbera væl. 


Guttorm Sørensen og Henry Olsen fylgdust á hálvari leið

Íalt 256 rennarar gjøgnumførdu teir 7 km. 

Myndirnar hava Tórvør Ø. og Einar Vang tikið. Fleiri góðar myndir eru at finna í myndasavninum hjá teimum HER.

Úrslit hjá Treysti blivu (+ 10-15 sekund):

Menn:
  1. 22.23 Marnar Djurhuus
  6. 24.29 Borgar Biskopstø (2. MV)
13. 25.59 Guttorm Sørensen
15. 26.11 Einar Gregersen
21. 26.41 Gunnar Sivertsen
23. 26.48 Heini Gregersen
40. 27.48 Jan Petersen

Kvinnur:
1. 26.50 Rebekka Fuglø

Gentur: 
1. 4.50 Maria Biskopstø
2. 5.05 Oddvør Josephsen
3. 5.07 Rutt Gregersen


Einar Gregersen vendir frammanfyri Jóhan M. Jacobsen


Ein smáskaddur Heini Gregersen fer um málstrikuna


Hesar tríggjar Treysta-genturnar, Oddvør, Maria og Rutt eru hóast ungan aldur sera raskir rennarar