Valið til nýggja starvsnevnd fyri Føroya Ungdómsráð (FUR) var so miki javnt at neyðugt var við umvali millum 3 av teimum uppstillaðu. Afturvald vóru Jóhan Bech Husgard og Ragna Maja Kruse.
Nýggj starvsstjórn í Føroya Ungdómsráð
Valið til nýggja starvsnevnd fyri Føroya Ungdómsráð (FUR) var so miki javnt at neyðugt var við umvali millum 3 av teimum uppstillaðu. Afturvald vóru Jóhan Bech Husgard og Ragna Maja Kruse.
Nývald í stjórnina vóru Olga Arnfinnsdóttir, umboðandi KFUM-skótarnar í Føroyum og Erhard Petersen, umboðandi Sosialistisk Ung, umframt eykalimirnir Elisa Abrahamsen og Beinta Kollslíð, umboðandi KFUM-skótarnar í Føroyum.
Formaðurin fyri FUR Rói Poulsen, umboðandi HUXA, heldur áfram.
Avmarking strikað í stuðulsgrunninum
Á landsfundinum var einmælt samtykt at strika avmarkingina í reglugerðini fyri stuðulsgrunninum, sumFøroya Ungdómsráð umsitur um at stuðul kann bert latast til verkætlanir í Føroyum. Starvsnevndin mælti til hesa broyting fyri at hava møguleikan at veita stuðul til verkætlanir hjá limum í Føroya Ungdómsráð, sum fara útum landamark, og, sum eru føroyskum børnum og ungum til gagns.
Nýggir limir upptiknir í FUR
Ung fyri Miðflokkin og sangkórið Xperiment hava søkt um limaskap og samtykti Landsfundurin upptøku av hesum báðum nýggju limunum í FUR. Sostatt eru nú 25 limafelagsskapir i FUR kring alt landið, umframt lokalfeløg.
Eitt virki 2012
Árið 2012 var eitt virki ár hjá FUR, hetta sæst í Árfrágreiðingini hjá FUR, har felagsskapurin umframt dagliga virksemið og millum landa samstarv, hevur arbeitt við ymsum áhugaverdum verkætlanum.
Stuttfilmar
Fyri at varpa ljós á limafeløgini og teirra virksemið, og tað sjálvbodna arbeiði, sum fer fram í Føroyum hevur FUR staðið fyri at gera stuttfilmar um feløgini. 10 feløg tóku av møguleikanum at lýsa teirra virksemi.
Vinn ein lærling
Í juni 2013 tók FUR stig til kappingina “Vinn ein lærling”. 24 luttakarar vóru í kappingini, og tað tíðarskeiðið kappingin fór fram, komu fleiri lærlingar í læru enn undanfarna ár. Vinnarin av kappingini gjørdist “KJ Hydraulik”. Vinningurin var ein heil ársløn til næmingin hjá fyritøkuni, sum vann hendan heiðurin. Endamálið var, at økja áhugan hjá fyritøkum og stovnum at taka inn lærlingar og at minka um arbeiðsloysið millum ung í Føroyum.
Les&Lær í Føroyum
FUR hevur staðið fyri arbeiðinum at samskipa eina bók um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum ”Les og Lær í Føroyum”. Endamálið við bókini er, at varpa ljós á útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum og at geva teimum, ið hugsa um at fara undir útbúgving eitt samlað stað at leita sær upplýsingar. Í næstum verður farið undir næsta stig, sum er at gera eina heimasíðu www.les.fo og eina applikatión til Les& Lær í Føroyum.
Vinaliga
FUR




