Ein annarleiðis heilsuvika er sett á breddan í Klaksvík 30. apríl – 4. mai, sum endar við einum braki í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai, tá ið m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathon-renningini verða handað.
Ein annarleiðis heilsuvika er sett á breddan í Klaksvík 30. apríl – 4. mai, sum endar við einum braki í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai, tá ið m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathon-renningini verða handað.
Tað er formaðurin í Heilsunevndini, Kristian Eli Zachariasen, sum saman við fólki innan ítróttarheimin í Klaksvík, ið hava tikið stig til hesar dagarnar, ið venda sær til øll í Klaksvíkar kommunu, Norðoyggjum og grannaøkinum annars.
Øll eru vælkomin at vera við, men kanska verður serliga heitt á tey, ið ikki vanliga eru við í onkrari skipaðari kropsligari rørslu, um at vera við, tí øll tiltøkini eru ókeypis.
Eitt nú er ókeypis at svimja í heilsuvikuni, har svimjihøllin eisini bjóðar hópin av ymiskum tiltøkum sum økukapping, venda kajakkum, høgguslokkurin vitjar, kavaraskeið o.a. Eisini bjóða FullPower, Íðka, Badmintonfelagið o.o. ávísar ókeypis venjingartímar.
Mikukvøldið greiða Djóni Kunoy og Óluva Zachariassen frá gonguferðum teirra í føroysku fjøllunum. Hóskvøldið halda Jóhanna á Tjaldrafløtti og Magnus Norðberg fyrilestur um týdningin av, hvat tú etur, og um tú ert í venjing/venur – alt hetta í Skúlanum við Ósánna kl. 19.30, har boðið verður til ein kaffimunn og prát aftaná.
Leygardagin 4. mai er nógv á skránni, har serliga endabresturin í Badmintonhøllini hevur nógv at bjóða. Tá verða m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathonrenningini handað. Flestu ítróttarfeløgini í býnum verða við, har tey greiða frá virksemi teirra – KÍ, Stjørnan, Mjølnir, Badmintonfelagið, Team Klaksvík, Gongufelagið, Klaksvíkar Róðrarfelag, Treysti, Klaksvíkar Fimleikafelag, FaroeDive o.o.
Boðið verður eisini skeið í brúki av hjartastartara fyri øllum, ein heilsukafé er á skránni, har til ber at máta blóðtrýst,lungaorku, BMI, koliltumátingar o.a. sum Norðoya Apotek tekur sær av. Eisini verður tónleikur á skránni. Smoothie, frukt og leskandi grønmeti verður eisini at fáa. Alt hetta í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai í heilsuvikuni.
Leygarkvøldið á miðnátt verður konsert móti gjaldi í Badmintonhøllini, sum hevur fingið heitið Divaz – Partynight.
Jú, lagt er til eina spennandi og annarleiðis heilsuviku, sum bjóðar øllum vælkomin – neyvari skrá verður tøk seinni í vikuni.




