Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lýsingar í KVF – 2 mió.kr.

Rúni Heinesen

Í lóg um kringvarp er ásett “Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðar- og lýsingarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi” og “Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum og politiskum áskoðanum. Kunngerð, lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.”

Hesar reglur tekur Kringvarpið í stórsta álvara og tær eru eisini innbygdar í avtaluna við tey, sum røkja uppgávuna fyri Kringvarpið.

Tað er ikki nakað nýtt í, at uppgávan hevur verið lønt við ómaksløn, tí tað hevur hon verið í nøkur ár. Tað nýggja, sum mær er upplýst, er, at nú verður hon lutvís røkt uttanfyri húsið.

Hartil kann upplýsast, at inntøkurnar frá lýsingum í Kringvarpinum hava verið umleið 2 mió.kr. árliga seinastu 2 árini. Verða kunngerðirnar í útvarpinum tiknar við, er talan um 7 – 8 mió.kr. Gongdin fyri inntøkurnar hjá KVF síggjast í myndlinum niðanfyri.

Rúni Heinesen, form. í kringvarpsstýrinum

SÍ TALVU NIÐANFYRI