Mánadagin á middegi var freistin úti at senda inn umsókn til starvið sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu og sambært borgarstjóranum eru níggju umsóknir til starvið.
Mánadagin á middegi var freistin úti at senda inn umsókn til starvið sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu og sambært borgarstjóranum eru níggju umsóknir til starvið.
Tá freistin var úti mánadagin vóru níggju umsóknir komnar til starvið og vit eru longu byrjaðir uppá samrøður við skikkaðar umsøkjarar. Eftir ætlan verður Tekniskistjórin settur í starv um einar tvær vikur og samstundis er hetta seinasti liður í bygnaðarbroytingunum sum vóru settar í verk av undanfarna býráð. Nýggi bygnaðurin verður settur í verk eftir summarfrítíðina og við hesum vanta vit at fáa eina vælvirkandi og dynamiska umsiting. Klaksvíkar Kommuna verður tá einasta kommunan í landinum har ovastu leiðararnir eru áramálsettir so spennandi verður at fylgja gongdini, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.
Sambært starvslýsingini verður Teknskistjórin partur av leiðslutoyminum og kemur at vísa beinleiðis til kommunu-stjóran.
Í lýsingini stendur m.a. soleiðis at lesa um ábyrgdarøkið hjá Teknskastjóranum:
…. Stjórin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini á teknisku deild, og verður í stóran mun við til at skapa starvið umframt at menna umsitingina saman við leiðslutoyminum og starvsfólkunum.
Á teknisku deild eru tvey høvuðsøkir:
• býarplanlegging, sum fevnir um: byggi- og býarplan, býarskipan, byggimálsviðgerð, umhvørvi o.a.
• tekniska økið, sum fevnir um: vegir, ljós, kloakkir, vatn, byggistýring o.a.
Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at:
• menna og betra tænastustigið til avvarðandi áhugabólkar
• ráðgeva og vegleiða í spurningum innan avvarðandi øki
• byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi saman við kommunustjóranum
• byggja upp eina vælvirkandi umsiting innan avvarðandi øki, sum bygnaðarliga verður skipað í samskipandi toymir við tvørfakligum samstarvi
• fremja skilagott samstarv og samskifti við avvarðandi áhugabólkar
• ganga á odda, soleiðis at umsitingin frameftir verður í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum
Førleikakrøv
Ynskt verður, at umsøkjarin hevur:
• viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum
• leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum – er tó ikki ein treyt, men kann vera ein fyrimunur.
Umráðandi er, at umsøkjarin, ið settur verður, hevur:
• leiðsluevni, sum skapa trivnað og menna starvsfólkini
• førleikar og royndir innan toymisleiðslu og toymissamstarv
• royndir og tev innan fíggjarstýring
• góðar fyrisitingarligar- og málsligar førleikar
• gott strategiskt skil og eru slóðbrótari íverkseting av strategiskum arbeiði
• nýhugsandi tankagongd, er virkisfúsur og dugir at seta greið mál og skapa úrslit
• góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur
• evni og vilja at taka avgerðir og standa við tiknar avgerðir
• góð evni at lýsa sjónarmið fyri øðrum
• góð evni og vilja at menna samstarvið og samskiftið
við avvarðandi áhugabólkar
• er tænastusinnaður, diplomatiskur, sterkur og álítandi
Umsøkjarin, ið settur verður, skal hava gott innlit í og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting.
Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarin hevur vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir.
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 40.796,19 kr um mánaðin, og harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Talan er um áramálssett starv – 5 ár.




