Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin fjakkar

Oliver Joensen

Hesa seinastu vikuna hevur roysningurin verið tveir túrar norðanfyri oyggjarnar. Fyri viku síðan fór hann ein túr fram við norðurendunum á Streymoynni og Eysturoynni, sigur Náttúrugripasavnið í tíðindaskrivi í kvøld.

Roysningurin fjakkar

1. maj 2013
Hesa seinastu vikuna hevur roysningurin verið tveir túrar norðanfyri oyggjarnar. Fyri viku síðan fór hann ein túr fram við norðurendunum á Streymoynni og Eysturoynni. Síðan helt hann út frá, og var 25 fjórðingar norður úr Rivtanga, tá hann vendi við aftur. Og komin inn móti oyggjunum aftur, gekk leiðina aftur vestur á Víkar.



Men so gekk leiðin enn eina ferð út frá aftur, og annan dagin var roysningurin heili 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi. So vendi hann aftur, og helt á leið somu kós inn móti landi aftur, og beina kós upp á sandin í Bø. Hesin seinni túrurin norðanfyri vardi tríggjar heilar dagar, og tá hann koma aftur til Bø, hevði hann verið burtur frá Sørvágsfirði í eina góða viku.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum www.ngs.fo