Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið eitt vet meira, meðan kommunurnar hava fingið minni inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið eitt vet meira, meðan kommunurnar hava fingið minni inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.
Landskassin hevur higartil fingið slakar 406 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er eitt sindur meira enn fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan økt 0,37 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 460 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 0,91 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.
Millum størru kommunurnar hava eitt nú Klaksvíkar kommunu, Tvøroyrar kommuna, Eystur kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu fýra mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent í ár sammett við í fjør.
Fyrstu fýra mánaðirnar í 2013 eru slakar 74 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 12,7 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 12 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.
Yvirlit yvir kann fyribilsskattin kann síggjast her (leinkja til ecxel skjal)
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast (leinkja til ecxel skjal)




