Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard far enn einaferð sín vilja – Eingin uppboðssøla!

John William Joensen

Hóast ein samdur Sambandsflokkur kravdi at fáa part av makrelinum og sildini selda um uppboðssølu, so er nú greitt at eingin uppboðssøla verður.

Hóast ein samdur Sambandsflokkur kravdi at fáa part av makrelinum og sildini selda um uppboðssølu, so er nú greitt at eingin uppboðssøla verður.

Fyri løtu síðan fór tingið undir at viðgera uppskot “um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli í 2013” og formaðurin í Vinnunevndini, Alfred Olsen, ásannaði at sum uppskotið nú er saman skrúva er ikki møguligt hjá Vinnunevndini at viðgera spurningin um uppboðssølu. Hann eftirlýsti einum svarið frá Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum um hví hann ikki hevði tikið atlit til kravið frá Sambandsflokkinum um at partur av uppisjóvartilfeinginum skuldi um eina uppboðssølu.

Í uppskotinum frá landsstýrismanninum sær bítið soleiðis út:

Makrelur Sild (tons)

Nótaskip 73.793 60.000

Ídn + XPUT 20.000 13.000

Trol dagaskipan 23.000 13.500

Lína, útr, gørn og skeljar 2.000 1.180

Onnur + XPUT 16.500 12.500

Vísindaligar royndir + LM at ráða yvir 3.502 1.000

Vinnuligar royndir + LM at ráða yvir 5.000

Hjáveiðukvota 2.000 143.795 103.180

Vesturgaard ignorerar Løgmannsflokkin.

Sum Norðlýsið skilir var uppboðsølan eitt krav frá eini samdari tingmanning hjá Sambandsflokkinum, men tá kravið var lagt fyri Landsstýrismannin kveistraði hann kravið frá sær og gjørdi greitt at so leingi hann var sitandi sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum bleiv eingin uppboðsøla. So hendi ikki meira og í dag var uppskotið uttan uppboðsøla lagt fyri løgtingið.

Javnaðarflokkurin hevur saman við Tjóveldi lagt uppskot fyri tingið um uppboðsølu men tað er neyvan sannlíkt at Sambandsflokkurin ferð at taka undir við hesum.

Ein orsøk er at stórur partur av Sambandsflokkinum sær Uppboðsøluna sum eina royndarætlan og tí verður hetta ikki eitt mál har samgongan verður sett uppá spæl. Harafturat er nú so langt útligið at tí er heldur seint at fáa eina uppboðssølu at virka til fulnar í ár.

Alfred Olsen, sum er formaður í vinnunevndini, ásannaði í tinginum at arbeiðsumstøðurnar hjá Vinnunevndini at viðgera uppskotið frá landsstýrinum var als ikki nøktandi. Hann vísti í hesum sambandi á at fyrsta viðgerð er í dag og uppskotið skal longu verða avgreitt frá løgtinginum í komandi viku.

Men tað skilst á øllum brøgdum at stór misnøgd er í Sambandsflokkinum við handfaringin hjá Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum av málinum um uppboðssøluna og tí er ikki óvist at onkur samgongulimur ferð at atkvøða fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Harleywoodpaint