Í morgun gav Sprotin út bókina ”zMeira av tí góða“ eftir Helga Jacobsen. Bókin snýr seg um tey tríati árini, síðan Hotel Føroyar flutti niðan á Oyggjarvegin, og tey áttati árini, ið eru liðin, síðan Hotel Føroyar á fyrsta sinni byrjaði sítt virksemi við Kongabrúnna.

Í sambandi við útgávuna var samkoma á Hotel Føroyum, har umboð fyri ferðavinnuna og onnur hildu røður og Helgi Jacobsen legði bókina fram.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, eigur fororðini í bókini, har hann m.a. sigur, at ”zfyri mær er Hotel Føroyar meira ein institusjón enn eitt hotell. Meira eitt hugtak enn eitt navn. Meira eitt brand enn bara ein fyritøka. Hotel Føroyar er ímynd av stórum og fjølbroyttum fyritakssemi, sum mentanarliga og vinnuliga hava havt og framvegis hava stóran týdning“.
Myndirnar eru tiknar í sambandi við móttøkuna á Koks á Hotel Føroyum í morgun, har gestirnir fingu nógvar lekrar smárættir at smakka frá tí einastandandi køkinum…