Í dag eru menn frá byggifelagnum Kanjon komnir væl áleiðis at seta vindeygu í samkomuhúsið Betesda og tað kann ikki annað sigast enn at talan er um ein prýðiligan bygning
Í dag eru menn frá byggifelagnum Kanjon komnir væl áleiðis at seta vindeygu í samkomuhúsið Betesda og tað kann ikki annað sigast enn at talan er um ein prýðiligan bygning
Kristian Martin Rasmussen og Jóhan Páll Joensen sum hava ábyrgd av byggingini siga at arbeiði gongur væl og eftir ætlan verður Betesda tikið í brúk 1. Oktober.
Enn er seinasti parturin av gamla bygninginum, Thule, ikki tikin niður, men eftir ætlan verður tað gjørt í August. Byggiharrarnir siga seg vóna at Thule kann endurnýtast og ætlanin er at flyta hann í heilum líki um onkur hevur áhuga at endurnýta bygningin. Áhugað kunnu venda sær til Kristian Martin Rasmussen ella Jóhan Páll Joensen.
Eftir ætlan kemur nýggja Betesda at kosta tilsamans 27 mió. kr.




